Eftir at hava talt alt saman, sum ymsu persónarnir hava greitt okkum frá á undanfarnu síðum, er niðurstøðan greið.
Terji Rasmussen man vera mest populeri tónleikarin yvirhøvur, í hvussu so er hjá teimum, sum vit hava spurt.
Hann eigur sín lut í mest nevndu nøvnunum í øllum 4 bólkum. Besti bólkurin gjørdist ikki óvæntað Frændur, og har hevur Terji eisini havt sín lut, við tað at hann var millum teirra, sum var við til at gera Frændur 2 plátuna.
Føstufressum. Sum navnið sigur, so hevur Terji eisini havt sín lut við á hesi fløgu, við tað at hann var frontfigururin hjá hesum væl umtókta bólki, sum herjaði dansistøðini kring landið fyrst í hesum tíggjuáraskeiðnum.
Terji og Føstufressar lógu eisini ovast, tá tað ráddi um at velja besta sangin, við tað at teirra Ljóðmynd, saman við Breaking my heart hjá Hjarnum, gjørdist mest nevnda navnið her, og endiliga varð Terji eisini kosin at vera okkara besti sangari.
Tað er allarhelst soleiðis við røddini hjá Terja, at antin dámar tær hana, ella kanst tú ikki tola hana. Sjálvur eri eg avgjørt millum teirra, sum halda hann syngja avbera væl, og tað serliga, tá hann stendur á pallinum í eini fyltari ítróttarhøll. Hann veruliga livur seg inn í tónleikin, soleiðis at tað eisini er annað enn røddin, sum lagt verður til merkis.
Tey atfinningarsomu vilja helst siga, at hann ger ov nógv av, tá hann soleiðis stendur á palli, men verkini hann hevur verið við til at latið úr hondum, tala helst eisini fyri seg. Funkies, Frændur 2, Terji og Føstufressar, Moirae og nú seinast, Eyðun og Terji. Alt fløgur, sum eru seldar í hópatals eintøkum, so tá samanum kemur, man Terji ikki vera so galin.
Sangurin
Talan gjørdist ikki um ein, men ístaðin um tveir sangir, sum stóðu ovast, tá avtornaði, og vórðu hesir »Ljóðmynd« hjá Terja og Føstufressum og »Breaking my heart« hjá Jørgen Dahl og Hjarnum.
Ljóðmyndin hjá Føstufressunum er eins og restin av plátuni eitt sera væl gjøgnumført lag. Teksturin er sera sterkur og beinrakin, hóast hann ikki kann sigast at vera serliga konkretur. Eitt rættuliga filosofiskt lag, sum kortini eisini mundi vera lagið, sum fólk flest halda vera tað besta á fløguni.
Breaking my heart var lagið, sum fekk nógvar føroyingar at vóna, at nú fór ein føroyskur bólkur at sláa seg rættuliga ígjøgnum á tónleikatindunum inni á meginlandinum. Hjarnar megnaði enn tá at gerast nummar tvey í eini kapping, sum varð fyriskipað av fyrr so væl umtókta Radio Luxemburg, men endaliga gjøgnumbrotið kom tó ongantíð.
Millum føroyingar var tó eingin ivi. Konsertir vórðu hildnar kring alt landið allan vegin upp gjøgnum 80íni, og í 90?unum hava teir so sanniliga eisini verið á palli, og sigast má, at teir enn vita, hvussu teir skulu handfara einari stórari áskoðarafjøld.
Talan er eisini um nakrar av allar bestu tónleikarum okkara, sum saman við ein av allar bestu sangarunum framleiddi nakað av allarbesta tónleikinum.
Útgávan
Best umtóktu fløguna varð einki ivamál um. Einasta útgávan hjá Terja og Føstufressunum legði seg klárt upp á ovastu rók.
Sum so er heldur einki at taka seg aftur í, at fløgan sum heild er eitt sera væl gjøgnumført projekt. Stílurin er eyðkendur, tónleikur er sera væl leiktur, og ikki minst má tekstsíðan sigast at standa sera sterk í samlaðu myndini.
Anker Eli Petersen stóð fyri meginpartinum av tekstskrivingini, og úrslitið gjørdist einastandandi gott. Meginparturin av vælumtóktu »Plúmm« syrgdi fyri tónleikasíðuni, og sum prikkurin yvir I?num, stóð Terji Rasmussen á odda við sínum eyðkenda stíli.
Mest merkisverda við fløguni er tó, at hon ikki seldist serliga væl at byrja við. Tað var líka sum, at fólk ikki ordiliga vildu taka hendan tónleikin til sín, men so við og við kom meira ferð á, og eftir eina stóra konsert í Norðurlandahúsinum varð støðan ein heilt onnur.
Bólkurin
Ikki heilt óvæntað gjørdust tað Frændur, sum gjørdist mest umtalaða navnið, tá besti føroyski bólkurin skuldi kjósast.
Klaksvíkingarnir gjørdust heimskendir í Føroyum, tá teir sungu um gildið og brúna hundin fyrst í 80?unum. Støðan gjørdist ikki verri, tá teir seinni gjørdist eitt sindur meira politiskir og idealistiskir upp ígjøgnum áttatiárini, og seinasta fløgan »Mítt land« var eisini rættuliga væl umtókt.
At teir eftir alt hetta, og sum einasti føroyski bólkurin, hava givið eina »greatest hits-líknandi« fløgu út, sigur eisini nakað um, hvussu væl umtóktir klaksvíkingarnir eru.
Ymsir tónleikarar hava verið á teimum útgávum, sum teir hava latið úr hondum, men gjøgnumgangandi hava tað verið teir tríggir, Eyðun, Steintór og Rani, sum hava mannað bólkin.
Gjøgnum ár og dag hava teir verið á nógvum dansistøðum kring landið, og seinast avrik teirra (higartil) varð konsertin, sum teir saman við symfoniorkestrinum, høvdu í norðulandahúsinum her fyri. Nakað sum annars vanliga verður unt bólkum sum Deep Purple og Metallica.