Einangran royna Hópfígging

Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum hava brúkt koronutíðina til at skriva nýggjan tónleik, og nú vilja tey geva nýggja útgávu út

Heimurin var kvirrur í meira enn eitt ár vegna koronu, og tískil hava Einangran, eins flestu aðrir tónleikarar, ikki havt møguleika at framføra og vinna pening.

 

Tó so hevur friðaliga koronutíðin ikki verið meir friðarlig enn so, at tey bæði Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum handan Einangran, hava nýtt tíðina at skriva nýggjan tónleik. Nú eru tey komin so langt áleiðis við verkætlanini, at tíðin er búgvin til at fáa nýggja tónleikin hjá Einangran út í heim. Nú søkja tey um stuðul til útgávuna á Hópfíggingarportalinum.

 

Tá danska samfelagið lat aftur 13. marts 2020 av koronu, endaðu Heiðrikur á Heygum og Lea Kampmann í somu íbúð í Keypmannahavn, har tey fóru í sjálvboðið sóttarhald. Innan leingi fingu tey hugskotið at gera livestream-konsertir á Facebook og Instagram. Tey spældu konsertir hvørt kvøld og høvdu lurtarar frá øllum heiminum.

 

Eftir eina tíð fingu tey hugskotið at skriva løg saman. Tey bæði høvdu ongantíð áður skrivað løg á føroyskum, og ei heldur høvdu tey skrivað løg saman, men tað vísti seg skjótt, at tey samstarvaðu sera væl, og eftir stutta tíð var hugskotið blivið til fýra løg á føroyskum, sum millum annað lýsa ta serligu, søguligu støðuna, vit øll hava verið í undir koronu.

 

Í november 2020 útgav Einangran fyrstu EP-útgávu teirra, Einangran. Ep‘in var væl umtókt, og til FMA 2021 fingu Einangran virðislønina fyri Ársins sang við lagnum, Kanska.

 

Góða móttøkan av teirri fyrstu útgávu gav Einangran hugin at skriva nýggj løg til heildarútgávu. Tey eru longu til reiðar at fara í upptøkuhølini at taka upp hesa fyrstu heildarútgávu. Teirra hópfíggingarsíða sæst HER.