Tey tilnevndu: Ársins ungi spælari 2022

Tey tilnevndu til ársins ungi spælari

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rakul Sørensen og Geza David Turi, bæði úr Víkingi, vunnu heitið ársins ungi spælari í fjør. Tey eru tilnevnd aftur í ár

Hóskvøldið 10. novembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2022, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2022 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

 

FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Her á In.fo fara vit at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins ungi spælari. Hjá kvinnum er talan um spælari við U19-aldri, og hjá monnum er talan um U21-aldur.

 

Teir tilnevndu til ársins ungi spælari hjá kvinnum (U19):

 

Jancy Mohr, KÍ

 

Lea T. Johannesen, HB

 

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Teir tilnevndu til ársins ungi spælari hjá monnum (U21):

 

Andras Johansen, B36

 

Geza David Turi, Víkingur

 

Noah Mneney, Víkingur

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rakul Sørensen og Geza David Turi, bæði úr Víkingi, vunnu heitið ársins ungi spælari í fjør. Tey eru tilnevnd aftur í ár