Tey tilnevndu: Ársins venjarar 2022

Mynd: (Álvur Haraldsen) Mikkjal K. Thomassen bleiv í fjør valdur til ársins venjara hjá monnum. Hann er aftur tilnevndur í ár

Hóskvøldið 10. novembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2022, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2022 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

 

FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Her á In.fo fara vit at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins venjara.

 

Teir tilnevndu til ársins venjara hjá kvinnum:

 

Albert Ellefsen, 07 Vestur

 

Jens C. Wedeborg, KÍ

 

Poul N. Poulsen, NSÍ

 

Teir tilnevndu til ársins venjara hjá monnum:

 

Jákup á Borg, B68

 

Jóan Petur Poulsen, Víkingur

 

Mikkjal K. Thomassen, KÍ

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Mikkjal K. Thomassen bleiv í fjør valdur til ársins venjara hjá monnum. Hann er aftur tilnevndur í ár