Hóskvøldið 10. novembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2022, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2022 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Her á In.fo fara vit í dag og í morgin, at kunngera tey tilnevndu. Vit kunngera nú tey tilnevndu til ársins verjuspælarar.
Tær tilnevndu til ársins verjuspælarar hjá kvinnum eru:
Birita Ryan, KÍ
Sarita Mittfoss, HB
Tórunn Joensen, KÍ
Teir tilnevndu til ársins verjuspælarar hjá monnum:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Heini Vatnsdal, KÍ
Odmar Færø, KÍ