Tey ungu skulu hava ”allan pakkan”!

Kappingin á framtíðar altjóða marknaðinum verður ikki um olju og makrel, men um útbúgvið fólk.

Heðin Mortensen, borgarstjóri
-----



“Vit mugu tryggja okkum, at tey fáa sær allan pakkan. Vit mugu tryggja okkum at tey finna makan í Føroyum, fáa børn í Føroyum, keypa hús/íbúð í Føroyum. Hetta eru vit noydd til at gera, fyri at Føroyar skulu hava eina framtíð. Tað er heilt einfalt. Um ung ikki búseta seg í Føroyum, so veksur fólkatalið ikki”, skrivar Teitur Vágadal um halguna.
Hetta er søtur tónleikur í mínum oyrum. Tí fleiri ferðir havi eg víst á, at fjarlestur og útbúgvingartilboð einsamøll ikki venda óhepnu fráflytingargongdini. Tey ungu mugu hava “allan pakkan”, sum Teitur vísir á.
Føroyar og høvuðsstaðurin hava brúk fyri fólki við góðum útbúgvingum í arbeiðnum at flyta landið fram til at gerast eitt vitanarsamfelag. Tað hevur verið okkara høvuðsboðskapur í áravís. Tað er ein stór avbjóðing at tryggja, at føroyingar við góðari útbúgving koma heim til Føroya at liva og arbeiða. Men í løtuni tapa Føroyar kappingina, tí bert 4 av 10 lesandi føroyingum koma heim aftur til Føroya eftir loknan lestur.

Men vit eru sum áður pínliga varug við, at høvuðsstaðurin er í harðari kapping við høvuðsstaðir og stórbýir suðuri á europeiska meginlandinum. Tí brúka vit nógvar pengar og leggja stóra orku í at gera Tórshavn til tann góða og savnandi høvuðsstaðin við støðugt sterkari atdráttarmegi. Siktið er, at fólk við útbúgving, ambitiónum og framtíðardreymum skulu velja Tórshavn fram um aðrar býir.

Vit eru samd um og hava í kanningum fingið staðfest, at fremstu fortreytirnar fyri trivnaði í framtíðini eru búskaparvøkstur og fólkavøkstur. Framskrivingar vísa í ringasta føri eina stóra afturgongd í fólkatalinum. Hesi gongd mugu vit venda og vit halda okkum vita, hvussu vit tryggja vøkstur og trivnað í framtíðini.

Týdningarmesta tilfeingið í framtíðini er útbúgvið og skapandi fólk, og tí skal høvuðsstaðurin á øllum økjum gerast so attraktivur sum gjørligt. Øll eiga høvuðsstaðin og hann eigur at ganga á odda í menningini til frama fyri øll. Landið fer bara væl av, at tað gongst høvuðsstaðnum væl.

Tá vit ímynda okkum ein høvuðsstað sum miðstøð fyri lærdómi og vinnumenning, gransking og mentan, so er tað ikki meira ein visjón enn so, at vit langtsíðan eru farin undir at leggja lunnar undir ta menning, sum skal til fyri at skapa fortreytirnar. Vit eru eisini komin rættiliga langt veruliga við at kanna, hvat krevst fyri, at fólk støðast og hvat krevst fyri, at útbúgvið fólk flytir heimaftur eftir lokna útbúgving og royndir uttanlands.

Vit vita, hvat krevst fyri at hava ein sterkan mentanarpall við tónlist, myndlist og aðrari list og eru í fullari ferð í gongd við at skapa neyðugar fortreytir og umhvørvi. Vit byggja og menna sum aldri áður fyri at skapa pallar, har skapanargleðin fær rúmd. Vit gera tað sama innan ítrótt. Vit royna av øllum alvi at hjúkla um tey, sum velja at búgva her.

Tað er ikki av tilvild, at fleiri tungumál hoyrast í havnargøtum, vit ynskja hetta margfeldið og vit eru púra samd um, at eitt opið samfelag við tolsemi skapar eitt umhvørvi, sum er merkt av trygd, frælsi og trivnaði, sum náttúrliga dregur fólk til sín.

Tí eru vit í holt við at skapa ein væl skipaðan høvuðsstað og ein býarplan, har fjølbroytt tilboð, spennandi arkitekturur, ein livandi býur og ein kókandi mentanarpallur er ein heilt nátúrligur partur av framtíðini. Vit gera alternativ byggiøki til privat sum vinnu. Vit royna av øllum alvi at fáa burtur allar bíðilistar í sambandi við ansing. Vit royna av øllum alvi at fáa skipað skúlaviðurskifti á øllum økjum, vit hava ávirkan á. Vit fremja umhvørvislig stórarbeiði. So her er ikki bara talan um visjónir, men um ítøkilig arbeiði.

Vit gera regluligar nøgdsemis- og tørvskanningar. Vit síggja t.d., at ofta fleiri enn 10% av teimum vitjandi á heimasíðu kommununar hava bústað í Danmark og aðrastaðni. Kanna vit nærri, hvørjum hesi sóknast eftir, so liggja bústaðarmøguleikar, størv, barnaansing og ferðsluviðurskifti ovast.

10% kunnu vera fleiri hundrað ella túsundtals um mánaðin og tað vísir okkum, at tað eru fólk uttanlands, ið hava áhuga fyri og regluliga kanna viðurskiftini í høvuðsstaðnum, møguliga við ætlanum at flyta higar.

Uppskriftin er púra greið. Havnin skal hava ein munandi búskaparvøkstur, sum verður grundarlag undir fólkavøkstrinum. Tí skal vinnulívið hava bestu kor. Vit skulu satsa uppá gransking og mentan. Tí skulu vit skapa teir karmar, sum eru neyðugir fyri, at hesi fólk trívast. Tað er ikki meira innviklað enn tað. Vit kanna, hvat tørvurin er, og vit gera okkara besta at nøkta tørvin.

Tí eiga vit als ikki at góðtaka, at fólkatalið stendur í stað – kappingin á framtíðar altjóða marknaðinum verður ikki um olju og makrel, men um útbúgvið fólk. Tí er stóri dreymur okkara, at t.d. granskarar uttanlands fara at leita sær hendavegin at luttaka í skúlaskapi, gransking og vinnumenning. Tí í kjalarvørrrinum á hesum blóma stuðulstænasturnar, sum skapa lív millum vitjandi og búgvandi.

Í tilgongdini til visjónina hava vit samstarvað við vinnulív, arbeiðsmarknað og vitanarstovnar í samfelagnum. Hetta neyva samstarv verður eins neyðugt, nú vit fara undir at avgera, hvussu vit føra visjónina út í lívið.

Tað er gott at hava visjónir og at seta sær nøkur mál at arbeiða fram ímóti. Men visjónin er bara yvirlýsingin um ætlaninar. Í okkara føri kunnu vit tó fegnast um, at fleiri av okkara átøkum eru í tráð við visjónina.

Vit 13 í býráðnum eru ikki samd um, hvussu vit skulu røkka øllum málum, men vit eru samd um at røkka teimum. Og ongantíð áður hava vit verið so samd. Vit vilja, at Havnin skal tæna øllum landsins borgarum í sínum avgerandi leikluti at ganga á odda í menningini.