Thorshavn seinkaður á G!

Mentanarsøguliga skipið, Thorshavn, sum skuldi vera forkunnug matstova á G!, er eitt sindur seinkað

Tá ið Thorshavn var á veg norður á Gøtu í morgun, fingu teir eitt lítið maskinbrek, sum gjørdu, at tey noyddust at leggja inn í Havnini.

 

Har verður brekið umvælt, men tað verður klárt at at sigla av aftur Havnini hvørja løtu.

 

Tað er Matstovan, Áarstova, sum skuldi riggað Thorshavn til sum forkunnuga matstovu á G! og haðani verður sagt, at tað er ikki annað at gera, enn at tey fyrstu, ið hava bílagt pláss umborð, brynja seg vid toli.

 

Johan Joensen, kokkur á Áarstovu er annars klárur at taka ímóti fyrstu gestunum.

 

Thorshavn skuldi taka ímóti fyrstu gestunum nú klokkan 15 seinnapartin, men nú verdur tað ætlandi klokkan 17 ella 18, at matstovan umborð á Thorshavn letur dyrnar upp

 

Av Áarstovu siga tey, nógv pláss eru longu bíløgd.