Tað er hvørki áhugin hjá føroyingum ella arbeiðsorkan hjá heilsuverkinum, sum eru orsøk til, at koppsetingin ímóti covid-19 gongur seinni, enn roknað varð við.
Koppsetingarkalendarin er júst dagførdur, og sambært nýggjastu upplýsingunum verður roknað við, at allir føroyingar, sum ynskja tað, eru liðugt koppsettir fyri covid-19 í fyrru helvt av september. Upprunaliga málið var á jóansøku, men nú longsti dagur hevur verið, er bert ein stór helvt av teimum ætlaðu 84.000 prikunum gjørd.
Høvuðsorsøkin til, at tað tekur longri tíð enn ætlað at koppseta, er veitingin av koppingarevni.
– Grundarlagið fyri tíðarætlanini í koppsetingarkalendaranum eru tær fráboðanir og metingar, sum heilivágsfyritøkurnar koma við um tal á skamtum og vørusendingum, sum tær lata til Evropa, og herundir til Danmarkar og Føroyar, sigur Koppsetingarbólkurin í nýggjari støðulýsing.
– Síðani farið var undir at koppseta, hava heilivágsfyritøkurnar havt ymsar fráboðanir um, hvussu nógvar skamtar tær kunnu framleiða bæði í løtuni og sum frálíður. Hetta hevur havt við sær, at koppsetingarkalendarin er dagførdur nakrar ferðir, síðani farið varð undir at koppseta.
– Í løtuni vísa framrokningar, at í fyrru helvt av september 2021 eru øll í Føroyum koppsett, sum ynskja tað. Eftirsum Føroyar fáa burturav sendingunum við koppingarevnum, sum koma til Danmarkar, líkist føroyska tíðarætlan fyri koppsetingunum tí donsku, sigur Koppsetingarbólkurin.