Útihýst úr ÍSF

Svimjisamband Føroya, Hondbóltssamband Føroya og Flogbóltssamband Føroya eru als ikki boðin við á fundirnar, tá hini 13 sersambondini hava stillað fólk upp til nýggju starvsnevndina.

Ítróttarsamband Føroya er í svárari kreppu, nú stríð hevur tikið seg upp millum trý av teimum størru feløgunum og hini sersambondini.

 

Les eisini Starvsnevndin í ÍSF syndrað

 

Stríðið snýr seg í høvuðsheitum um sonevnda býtislykilin, sum skal nýtast, tá játtanin frá Landsstýrinum skal býtast millum feløgini. Svimjisamband Føroya, Hondbóltssamband Føroya og Flogbóltssamband Føroya ynskja ein lutfalsliga størri part av játtanini, av tí at tey oftari enn hini luttaka í og skipa fyri aljtóða kappingum, sum eru sera kostnaðarmiklar. Hini 13 sersambondini kundu hinvegin hugsa sær, at peningurin varð javnt býttur millum øll sersambondini.

 

Les eisini Hevur fíggjarliga afturgond við sær

Petur Elias Petersen valdi brádliga at leggja frá sær í farna mánaði, og síðani hava tveir nevndarlimir afturat úr starvsnevnd ÍSFs valt at fara úr nevndini. Tí er líkt til, at ÍSF, aftan á aðalfundin 20. mai, fer at hava eina heilt nýggja stjórn, við nýggjum forseta og minst tveimum nýggjum limum í starvsnevndini.

 

Klovin millum feløgini stingur tó djúpt og í skrivið frá Svimjisambandi Føroya kemur fram, at tey 13 sersambondini hava hildið fleiri fundir uttan at bjóða Svimjisambandinum, Hondbóltssambandinum og Flogbóltssambandinum við á fund.

 

Les eisini Ongar avgerðir skulu takast

Á hesum fundunum hava tey funnið fram til nýggj valevni til starvsnevndina og formanssessin, eins og at tey hava avtala at samtykkja eitt uppskot um ein nýggjan býtislykil, sum ein væntar er teimum til gagns.

 

Les eisini Harmast um at Petur Elias leggur frá sær

Í samrøðu við in.fo 21. apríl segði Sølvi Reinert Hansen, sum tá var farin úr nevndini í ÍSF, at limirnir í starvsnevndini ikki skulu umboða nøkur sersambond, men virka til frama fyri ÍSF. Tó er líkt til, at longu áðrenn aðalfundin er greitt, at komandi starvsnevndin verður býtt í ein meiriluta og ein minniluta. Tey 13 sersambondini hava skotið eitt formansevni upp og fýra limir í starvsnevndina, meðan tey trý útihýstu SSF, HSF og FBF, hava skotið tvey nøvn upp til starvsnevndina.

 

Les eisini Sølvi tímir ikki meira

 

Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer, tá ið aðalfundurin verður, næsta fríggjadag. Men vit trý útifrystu hava sjálvsagt lítlar vónir, nú vit sum 'andstøða' ikki ein gang verða bjóðað á hesar fundir, sum koma at avgera nýggja ÍSF. Hetta er tað sum tey trettan meina við, tá ið tey siga "demokrati". Og vit í SSF kunnu tí ikki annað enn at fyrihalda okkum til støðuna, og lodda dýpið í okkara egna felagsskapi, til at betur at kunna taka støðu til hvat vit skulu gera, nú ÍSF eftir øllum at døma verður ein felagskapur ið so vítt gjørligt ikki ynskir okkum á fund, skrivar Rókur í Jákupsstovu, formaður í SSF.

 

Rókur í Jákupsstovu skrivar víðari, at hetta hevur verið gongdin seinastu mánaðirnar. Fyrst noktaði starvsnevndin tvær ferðir at koma á fund við tey trý og síðani noktaði allur felagsskapurin eisini. Og nú, beint undan aðalfundinum, verða tey als ikki biðin á fund.

 

Aðalfundurin verður 20. mai. Elin Heðinsdóttir Joensen er fyribils einasta valevni til forseta, og líkt er tí til, at felagið fær sín fyrsta kvinnuliga forseta. Sjálvir eru bæði formaðurin og næstformaðurin í Svimjisambandi Føroya burturstaddir, við tað at aðalfundurin er lagdur at vera, samstundis sum EM í svimjing er í London. Har luttaka fimm føroyskir svimjarar.

 

Les eisini Vildu hava Kaj Leo til forseta