Fámjisntunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vil nú hava at vita um samgongan er sinnað at gera tunnil til Fàmjins.
Hann vísir á, at nú Ístak er í Suðuroy við fólki og útgerð í sambandi við Hovstunnil, hava teir boðið sær til at bora ein tunnil til Fámjins fyri bara 27 milliónur krónur.
Talan er um ein tunnil, ið er 600 metrar langur.
Men hann vísir á, at tað er neyðugt at bera skjótt at, tí Hovstunnilin er um at vera liðugur og í vár fer Ístak sostatt at rigga av í Suðuroy.
Hergeir Nielsen heldur, at boðið frá Ístak er sera áhugavert. Og á Løgtingsfundi í dag spyr hann Bjarna Djurholm, landsstýrismann um samgongan veruliga bara ætlar sær at liggja á ætlanini, ella um nøkur ítøkilig stig verða tikin fyri at fáa tunnilin gjørdan.