Tjaldur fekk bank

Kyndil-Tjaldur 30-22 (14-8):
Sera sannførandi vundu kyndilsmenn burtur úr Tjaldri, sum annars hevði møguleikan at koma upp á triðja plássið

Hondbóltur ? menn

Sum tað varð nevnt í leikskránni til dystin, so var Kyndil í teirri at kalla óhugsandi støðu, at tað vóru tjaldursmenn, sum vóru favorittar undan dystinum á Hálsi. Óhugsandi, tí støðan mest sum altíð hevur verið soleiðis, at Kyndil telist millum favorittarnar í føroyskum manshondbólti, meðan Tjaldur hinvegin ikki hevur havt tey stóru úrslitini at vísa á.
Í ár hevur støðan tó verið heldur øðrvísi. Kyndil hevði longu undan árinum avskrivað mest sum allar vónir um eina topp-plasering, og í grundspælinum ráddi fyrst og fremst um at fáa eitt nýtt lið samanspælt. Tjaldur hevði hinvegin størri vónir, enn teir so ofta áður hava haft. Við trimum sterkum útlendingum á liðnum, og fleiri frægum føroyskum leikarum hevur liðið í ár roynst væl betri, enn teir plaga, og dreymurin um heiðursmerki tykist ikki longur eins kámur, sum hann vanliga er.

Klassamunur
Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at Tjaldur á ongan hátt fór at nærkast heiðursmerkjunum hendan dagin.
Kanska var tað óvandi leikluturin sum favorittar, sum tyngdi ov nógv, men í øllum førum sást lítið til tað spælið, sum í seinastuni hevur lyft liðið úr botnstríðnum.
Ikki minst verjuparturin var út av lagi vánaligur, og væl uppløgdu Høgni Klein og Bárður Johannesen fingu rættiliga stuttleika sær, tá teir ferð eftir ferð brutu ígjøgnum, meðan verjuleikarar mest sum bert hugdu at.
Í álopspartinum gekk tjaldursmonnunum lítið frægari. Her plagar spælið vanliga at verað bygt kring stórskjúttan, Dragis Stojovic, og so samspælið millum Dejan Zarcevic og Mortan Hansen. Soleiðis var eisini sunnudagin, men mest sum hvørja ferð mátti Dejan boyggja seg fyri stórspælandi Johan Danielsen og hóast Mortan fekk fleiri kassar, so hevði hann nóg mikið at stríðast við inni á strikuni, har Janus Einar Sørensen nú aftur sýnir tey evni, sum í fjør góvu honum ein tryggan landsliðssess.

Mistu luftina
Í hálvleikssteðginum høvdu runavíkingarnir helst fingið tosað nøkur viðurskifti upp á pláss, tí eina løtu var líkt til, at teir skuldu taka leiðsluna hjá Kyndli aftur.
Spælið hjá teimum grønu vare nú ikki eins sannførandi. Verjan hjá runavíkingum hevði betri tak á, og ikki minst sýndi Dejan Lacok satt stórspæl í málinum. Fleiri ferðir stórbjargaði hann, tá menn gjørdust leysir, og serstakliga mundu hárini hjá Jónleifi Sólsker grána, tá hann tríggjar ferðir upp í slag mátti ásanna, at bólturin kortini ikki skuldi inn um strikuna.
Nakað tódnaði eisini millum liðini, og Kyndils-venjarin sá seg eisini noyddan at taka eitt time-out, men tað tóktist ikki at muna. Tað skrædnaði tó aftur, tá Tjaldur miðskeiðis í hálvleikinum fekk tvær útvísingar á rað. Kanska dugdi Kyndil ikki so øgiliga væl at gera sær dælt av yvirtalsstøðuni, og tá Høgni so fekk triðju útvísinga, stóð kanska ikki so væl til. Men hetta tók seinastu luftina úr Tjaldursmonnum. Spælið datt aftur fullkomuliga saman. At Mortan so eisini fekk beinleiðis reytt, gjørdi ikki støðuna betri, men tá var longu so langt fráliðið, at tað var øllum greitt, hvør vinnarin skuldi verða.

Gongur framá
Fyrst og fremst sýndi dysturin tað, sum so ofta hevur verið havt á tungu í hesum kappingarárinum. Nevnliga at munurin millum tey fýra niðastu liðini er millum lítil og eingin. At einki av hesum liðunum vinnur stig, uttan at tað verður arbeitt hart fyri hesum.
Tað tykjast teir í Kyndli nú at hava lært, eftir eitt grundspæl, sum heslt er tað vánaligasta í søgu felagsins. Vánaligu úrslitini tá vóru tó eisini partvíst orsakað av skaðum, og nú mest sum allur hópurin aftur er komin fyri seg, kann væl vera, at teir fara at arga eitt sindur, og í øllum førum verður tað neyvan soleiðis, at áskoðararnir koma at síggja sítt lið sum hitt niðasta í deildini. Til tess er góðskan á leikarunum helst ov góð.

Dysturin í tølum
Kyndil-Tjaldur 30-22 (14-8)
Málskjúttar:
Kyndil: Bárður Johannesen 7(2), Regin Johannesen 6, Janus Einar Sørensen 5,m Høgni Klein 5, Jónleif Sólsker 4, Ken Zachariasen 3
Tjaldur: Sverri Justinussen 8(4), Mortan Hansen 6(1), Dragisa Stojovic 5, Jens Martin Knudsen 1, Svein í Heiðunum 1, Hartvig Joensen 1
Brotskøst: Kyndil 5, Tjaldur 5
Útvísingar: Kyndil 7, Tjaldur 7
Diskvalifikatiónir: Kyndil 1 (3X2 minuttir), Tjaldur 2 (1 beinleiðis og 1 3X2 minuttir)
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar PEtersen & Kristian Johansen. Løgdu alt fyri eitt eina harða linju, og hetta kostaði leikarunum nógvar útvísingar og harav tvær diskvalifikatiónir.