StÍF-Tjaldur 25-28 (11-17)
Tjaldur tók øll á bóli, tá teir sunnudagin vunnu dystin á Skála móti StÍF.
StÍF hevði kanska rokna við einum løttum dysti, men Tjaldur gjørdi alt fyri eitt greitt, at tað fór tað ikki at gerast talan um. Eitt skifti var støðan 13-5 til gestirnar, men spakuliga togaðu vertirnir seg innaftur. Teir megnaðu eisini at vinna seg upp á 18-18, men eftir at Tjaldur so aftur togaði nakað, megnaði heimaliðið ikki at koma aftur í aftur, os so var sensatiónin veruleiki.
Hjá StÍF gjørdist Artur Johansen toppskjútti við seks málum, meðan Dragisa Stojovic gjørdi átta mál fyri gestirnar