Tjaldur reiðrast í plastringum

Tvey egg liggja í einum reiðri, sum er gjørt av plastringum

"Ein mynd sigur meira enn túsund orð", plagar mann at taka til.

Tað kann í øllum førum staðfestast út frá myndini oman fyri, sum er tikin beint uttan fyri gomlu niðurløgdu smoltstøðina í Norðradali, har ein stór rúgva av plastringum er dottin úr stórum sekkum.

Har hevur eitt tjaldur bygt sær reiður úr plastringum, og í plastreiðrinum liggja tvey egg. 

##med2##

##med3##

Les eisini: Plastringar í milliónatali sløðast í Norðradali