Á viðheftu mynd, sum er tikin í Sandoynni, síggjast tvey tjøldur, har annað er komið fyri ein bil, og makin gongur longri uppi á vegnum og syrgir.
Tað er Brandur Sandoy, sum eigur myndina og sum hevur lagt hana út á sína Facebook-síðu um dagarnar.
Men, hvussu leingi man eitt tjaldur syrgja deyða maka sín? In.fo hevur kagað í keldur, og vit hava sæð, at í 2. árgangi av tíðarritinum Dúgvan (1942) stendur at lesa um, hvussu tjaldur kann syrgja maka sín.
Her verður skrivað um ein mann, sum í hálvlýsingini ein morgun hevði skotið eftir einum tjaldurspari, men bert hevði rakt annað tjaldrið.
"Hitt tjaldrið, ið eftir livdi, sat í samfullar tríggjar dagar á húsatekjuni hjá manninum, ið makan hevði tikið frá tí - og bíðaði eftir, at tað skuldi fáa makan aftur. Men, sjálvandi var tað til onga nyttu, tí makin var deyður - fallin fyri mannahond”.
Sambært hesi keldu syrgir fuglur - í hesum førinum tjaldur - deyða maka sín, sum í hesum førinum liggur deyður á vegnum - av ferðsluávum.