Eitt nýtt oljufelag er á veg á føroyska marknaðin. Tað skrivaði Dimmalætting á netinum í gjárkvøldið. Tað merkir, at 100 ára gamla duopolið verður brotið. Eitt duopol, sum bara varð avbrotið av lítla Oljufelagnum Føroyar, ið virkaði í nøkur ár, men sum Statoil (nú Effo) keypti í 1998.
Kríggið í Ukraina hevði øgiliga ávirkan á oljuprísin í Føroyum í fjør, sum rættiliga fór á himmalferð. Vanliga føroyska húsarhaldið mátti rinda upp í 63 prosent meira fyri oljuna, enn tey gjørdu fyri kríggið. At føroysku oljufeløgini hava lagt upp fyri altjóða oljuprísinum sæst aftur í roknskapinum, tí úrslitið hjá teimum í 2022 var betri enn í 2021. Tað var um 4 milliónir krónur betri í 2022 enn í 2021.
Men tá talan er um vinningsbýti, so var støðan ein heilt onnur í 2022. Tí hetta var metár fyri vinningsbýti til eigararnar í oljufeløgunum í Føroyum. Ongantíð áður hava føroysk oljufeløg útlutað so nógvar pengar til sínar eigarar, sum í fjør, tá eigararnir fingu beint oman fyri 200 milliónir krónur í vinningsbýti.
Nógv tað størsta vinningsbýtið fingu tey, sum áttu oljufelagið Magn, ið fekk nýggjar eigarar við ársbyrjan í fjør, tí tey fingu 172 milliónir krónur í vinningsbýti, meðan eigararnir í Effo »bara« fingu góðar 9 milliónir í vinningsbýti. Størsta vinningsbýtið hjá Magn fyri ta tíð var í 2020, tá eigararnir fingu 93 milliónir krónur í vinningsbýti.
Størsta vinningsbýti, sum eigararnir í Effo hava fingið, fingu teir eisini í 2020, tá fingu teir 94 milliónir krónur í vinningsbýti.
Tilsamans hava tey, sum eiga Effo og Magn fingið 818 milliónir krónur í vinningsbýti seinastu 10 árini.