Útlánið av talgildum bókum meira enn trífaldað

Í mars er útlánið av ljóðbókum ella e-bókum meira enn trífaldað í mun til undanfarnu mánaðirnar á Býarbókasavninum í Havn. 2.043 í mars í mun til 621 í februar

– Orsøkin til brádligu hækkingina í útlánstølunum og nógvu nýggju lánarunum er sjálvandi tann, at fólk, nú eftir at koronafarsóttin rakti okkum brádliga, høvdu betri stundir at seta seg við einari bók – og bókasøvnini hava sum sagt verið stongd, skrivar Býarbókasavnið í tíðindaskrivi.

Á Býarbókasavninum vænta tey ikki, at útlánstalið av talgildu bókunum fer at lækka niðuraftur á fyrrverandi støði.

Ljóð- og ebøkurnar hava nakrar fyrimunir framum pappírsbøkurnar. Til dømis ber til at lurta og lesa á telefonini, sum fólk jú hava við sær allastaðni. Og fyrimunurin við ljóðbókum er eisini, at tú kanst njóta eina góða bók, meðan tú gert okkurt annað og tað passar væl til okkara modernaða gerandisdag, har øll hava nógv at gera, skrivar Býarbókasavnið.

Á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum er ein teigur, sum eitur E-bókasavnið, og har fæst m.a. atgongd til eReolen. Hetta er ein donsk bókasavnstænasta, sum gevur atgongd til túsundtals ljóð- og ebøkur á donskum og á enskum. Tað snýr seg bæði um skaldsøgur, ævisøgur, bøkur um ymisk evni, umframt bøkur til børn og ung.

Seinasta árið hevur útlánstalið av ljóð- og ebókum verið vaksandi, og í februar í ár vóru útlántar 621 ebøkur og ljóðbøkur á eReolen. Men tá ið tølini fyri mars mánað blivu gjørd upp, var hetta talið meira enn trífaldað og var komið uppá 2043 lán. Og samanborið við mars mánað í fjør er hetta útlánstalið næstan fýrafaldað.

##med2##

Lánaraskarin á Býarbókasavninum er eisini vaksin meira enn vanligt hesa seinastu tíðina. Hendan síðsta mánaðin eru hópin av fólki blivin skrásett sum lánarar fyri fyrstu ferð, tí tey hava ynskt atgongd til talgildu tilboðini, sum bókasavnið veitir.

Enn er eingin pallur til tær føroysku ljóð- og e-bøkurnar á netinum, men á Býarbókasavninum merkja tey ein týðiligan tørv á hesum. Lánarar spyrja javnan eftir føroyskum net-ljóðbókum, men enn ber tíverri bert til at lána føroyskar ljóðbøkur á fløgu.

Býarbókasavnið er vanliga tað mest vitjaða bókasavnið í landinum við uml. 100.000 gestum um árið, men síðsta mánaðin hevur bókasavnið verið stongt.

Nú er Býarbókasavnið latið varliga uppaftur – bara fyri afturbering og lán av bíløgdum tilfari. Einans fimm fólk sleppa inn í senn.