Tórshavnar býráð roynir nú enn einaferð at fáa gongd á arbeiðið at gera ein golfvøll á Glyvursnesi.
Talan er um eina fleiri ára gamla ætlan, sum skuldi vera liðug í 2019, men hon strandaði, tí semja fekst ikki við festaran um endurgjald fyri lendið, sum er góðar 600.000 fermetrar. Sostatt hevur ætlanin ligið deyð, men nú er so ætlanin at fáa lív í hana aftur. Í hesum sambandi fer býráðið nú at viðgera spurningin um at taka samráðingarnar um lendið til golfvøllin, upp aftur.
Ætlanin er at halda fast um ein golfvøll við 18 holum, men nú verður mælt til at gera hann í smáum. Sostatt verður miðað eftir at gera trý hol um árið í árunum frá 2020 til 2022, so at níggju hol verða liðug í 2022.
Í hesum sambandi er ætlanin eisini at útvega ein innandura golfsimulator, har tað ber til at venja, og sum fer at gera tað lættari at lokka fleiri at spæla golf, bæði børn og vaksin. Ein slíkur simulator kann setast upp, at kalla har sum helst.
Eftir ætlan skal verkætlan fyrireikast næsta ár, og tilsamans kostar fyrsta byggistig við níggju holum, og simulatori, 27 milliónir krónur.