Útlitini hjá línuskipum sera døpur

Línuskipið Klakkur hevur roynst millum bestu línuskip seinastu árini, men nú stendur rættiliga á gomlum nøglum. – Vit hava lítla skuld í skipinum, men higartil í ár hava vit bara fiskað fyri agn og olju. Tí kundu vit akkurát tað sama lagt skipið, meðan gongdin er, soleiðis sum hon er, sigur Bethuel Johannesen, sum saman við bróðuri sínum Líggjasi eigur Klakk

Fiskivinna

 

Fyri at lýsa dagsins støðu hjá eitt nú okkara línuskipaflota, nú fiskiskapurin er vánaligur og fiskaprísirnir eru í botni, hava vit í morgun ringt út á línuskipið Klakk, sum brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík eiga.

Teir plaga at skiftast um brúnna, men hendan túrin eru báðir við, og samlaða manningartalið er 14.

Klakkur, sum seinastu árini hevur roynst millum teir allar bestu, er í løtuni staddur norðanfyri.

 

Draga svart

- Vit hava fiskað í fimm dagar, og veiðan higartil er eini 35.000 pund. Veiðan hevur ligið millum 5.000 og góð 6.000 pund um samdøgnið, og tað er sera smáligt hesa tíðina av árinum. Streymurin er ikki góður, men hann er brúkiligur. Veiðan er at kalla bara hýsa, sum lítið og einki fæst fyri. Nú vártíð er, og hetta skuldi verið besta tíð norðanfyri, hava vit eisini roynt á leiðum, har várfiskur plagar at koma, men her var steindeytt.

Tað sigur Bethuel, sum saman við beiggja sínum hevur átt Klakk seinastu árini.

Líggjast var annars við til at keypa skipið undir kreppuni tíðliga í nítiárunum, og tá vóru teir fleiri, sum áttu í skipinum. Men seinasta hálvt sætta árið hava Johannesen-brøðurni verið einsamallir eigarar.

Teir hava verið rættiliga óførir og dugnaligir at fiska og menninir, sum hava verið við Klakki, hava tjent væl.

- Jú, vit hava verið hepnir hesi árini, vit hava átt skipið. Flestu árini hava verið góð, og landingarvirðið hevur ligið millum 15 og 18 miljónir krónur um árið.

Men í fjør kom vend í.

Ringasta árið hjá skipinum higartil var nevniliga árið í fjør, tá teir fiskaðu fyri tilsamans 13 miljónir krónur. Til samanburðar kann nevnast, at Klakkur í 2007 fiskaði fyri einar 17,5 miljónir krónur.

- Nú hava vit lítla skuld í skipinum, men árið í fjør var so vánaligt, at tað bert rakk til at dekka føstu útreiðslurnar. Um eitt hvørt hevði komið upp í, hevði raksturin ikki hingið saman, sigur Bethuel.

 

Verri í ár

Líkt er ikki til, at hetta árið fer at roynast frægari enn árið í fjør. Gongdin verður helst verri, tí alt bendir á, at 2009 verður ringasta árið hjá Klakki í nógv ár.

- Seinastu fimm árini hava vit í januar og februar fiskað fyri millum 4 og 4,5 miljónir krónur. Men í ár góvu hesir báðir mánaðirnir bert eina góða miljón krónur í veiðivirði. So, hetta sær alt annað enn gott út.

Bethuel vísir á, at veiðan hevur verið vánalig tað, ið farið er av hesum árinum, samstundis sum fiskaprísirnir hava verið og eru í botni.

- Seinasta túr fingu vit tilsamans 76.000 pund í tíggju dagar og seldu fyri miðalprísin 7,70 krónur fyri kilo. Hýsan fór fyri lítið og lætt, men nakrir toskar og onkur longa lyftu eitt sindur undir miðalprísin. Fyri hálvum øðrum ári síðan fingu vit fyri ein miðalprís, sum lá millum 15 og 17 krónur fyri kilo.

Hann vísir á, at frægasta prísin á seinasta túri fingu teir fyri fiskin, sum Fiskavirkið í Gøtu keypti fyri umleið 9 krónur fyri kilo.

- Hinvegin endaði ein partur av hýsuni hjá Faroe Seafood í Vági fyri 5,70 fyri kilo, eins og Høvdavirkið í Leirvík keypti ein part fyri 5 krónur fyri kilo.

Bethuel sigur, at tað hevur gjørt mun, tá eitt nú Norðís Seafood hevur keypt, men virkið á Eiði keypti onga hýsu, tá Klakkur seldi á seinasta túri.

- Tað gjørdi eisini mun, tá Kósavirkið var á bananum, men virkið hevur nú ligið stongt í rúma tíð, leggur hann aftrat.

 

Døpur útlit

Línuskiparin í Klaksvík heldur, at hetta árið sær rættiliga dapurt út.

- Ja, eg haldi, at tað sær ógvuliga svart út. Soleiðis, sum fiskiskapurin hevur verið higartil í ár, hava vit bert fiskað fyri agn og olju. Her liggur einki eftir.

Bethuel hevur ikki serliga góðar vónir um, at gongdin fer at batna út á várið, tí bæði veiða og marknaðarútlitini eru so døpur.

- Sjálvandi eiga vit ikki at missa mótið, og vit vóna, at viðurskiftini fara at broytast til tað betra, tá tað líður út á heystið. Verri kann tað illa blíva. Men vit hava onga trygd fyri nøkrum, soleiðis sum gongdin er í løtuni.

Støðan hjá Líggjasi og Bethuel sum línuskipaeigarum er, at tað loysir seg líka væl hjá teimum at leggja skipið, meðan støðan við fiskiskapi og prísi er so vánalig.

- Úrslitið at fiska og at leggja skipið er fyri okkum at kalla tann sama í løtuni, leggur hann aftrat.

Bethuel leggur aftrat, at sjálvandi kundu teir farið av landinum við veiðini, men pundið er lágt, og útlitini við sølu uttanlands eru heldur einki serlig.

- Vánaliga veiðan ger eisini, at tað loysir seg ikki at fara av landinum, tí nøgdirnar gerast ov smáar. Hinvegin er ikki óhugsandi, at teir línubátar, sum í løtuni eru undir Íslandi, fara at gera eina roynd at fara av landinum við veiðini.

Hann vísir á, at tað ivaleyst eru línubátar, sum vilja goyma toskin, sum teir kunnu fiska undir Íslandi, men spurningurin er, hvussu støðan verður, um allir goyma toskin til seinni.

 

Betri við fólki

Bethuel Johannesen sigur annars, at tað gongur heldur betri við at manna línuskipið Klakk, nú eitt nú Kósavirkið er stongt, og skip í Klaksvík eru farin undir hamaran.

- Jú, áður máttu vit renna aftaná fólki, tá menn fóru land, tí virksemið allastaðni var so stórt. Nú kemur meira enn so fyri, at menn ringja og spyrja um kjans, leggur línuskiparin aftrat.