Tollingin má broytast

Framtíðar avbjóðingin hjá Postverkinum er at skapa nýggjar inntøkur, og her er tollavgreiðslan ein avgerandi spurningur

Postverkið

 

Sofus Clementsen, stjóri í Postverkinum, sigur, at talan verður ikki um at flyta seg burtur frá kjarnuøkinum. Men at virksemið sjálvt verður øðrvísi.

- Vit arbeiða jú við flutningi, umframt at vit hava giro, og tað verða eisini hesi virkisøki, sum vit koma at røkja í framtíðini.

- Men eins og restin av samfelagnum, so hava stórar broytingar verið á flutningsmarknaðinum. Í dag hava vit umlagt útbering av vanligum brævaposti, og vit hava eina kurértænastu, har vit hava lagt okkum eftir at røkja áhugamálini hjá vinnukundum.

- Næsta stóra takið er so at fáa lønsemi í pakkaflutningin, og er ein stórur trupulleikar tollavgreiðslan. Tað er jú so, at ein postlóg varð samtykt í 2005, men ein slík lógarbroyting ger ofta, at neyðugt er við øðrum lógarbroytingum eisini. So tað er okkara vón, at tær broytingar, sum eru neyðugar, eisini verða framdar, sigur Sofus Clementsen.