Topaz: Fakfeløg gjørdi sína ávirkan galdandi hjá LÍV

- Sum fakfelag kunnu vit ikki vera við til at okkara peningur verður brúktur fíggja virksemi, har starvsfólk ikki fær sína løn, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum. Tí hava fakfeløgini, sum eiga peningin í LÍV, fortalt tryggingarfelagnum, at tað er ógvuliga umráðandi, at manningin á Topaz fekk sína løn

- Sum fakfeløg kunnu vit ikki í tøgn vera vitni til, at okkara peningur verður brúktur at fíggja virksemi, har starvsfólk ikki fær sína løn.

Tað sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Tey fýra fakfeløgini, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag, hava øll sínar tryggingar hjá LÍV.

Og teimum fýra feløgunum hevur tað ligið ógvuliga nær á hjartað, at manningin á føroyska skipinum, Topaz, fekk sína løn skjótast tilbar.

Tryggingarfelagið LÍV hevur verið við til at fíggja virksemið hjá Topaz.

Og hesi fýra fakfeløgini hava tilsamans einar 5000 limir í almennum starvi, ið hava sína eftirlønaruppsparingar og lívstryggingar í tryggingarfelagnum LÍV.

- Sostatt eru vit ein stórur partur av fíggjarliga grundarlagnum undir LÍV saman við leiðslu og umsitingini í Lív, hava vit eisini herfyri stuðlað undir at etiskar reglar og mannagongdir vórðu ásettar fyri, hvat okkara peningur verður brúktur til og, hvat slag av virksemi, okkara peningur er við til at fíggja.


Hugsa ikki bara um vinning

- Sum fakfeløg kunnu vit ikki loyva okkum bara at hugsa um vinning, tí vit mugu og skulu hava tey menniskjaligu virðini við, eisini tá íløgur verða gjørdar.

Selma Ellingsgaard sigur, at tí avgjørdu fakfeløgini herfyri at biðja LÍV um fund, at fáa gjølliga kunning og fyri at gera sína ávirkan galdandi hjá nevndini og leiðsluni í LíV, nú málið um Topaz kom í ljósmála.

- Har hava vit lýst okkara sjónarmið og lagt áherðslu á, hvussu týdningarmikið tað er fyri okkum sum fakfeløg, at tryggja okkum at manningin á Topaz fær sína løn. Okkara aðalmál eru at tryggja limum okkara virðilig og sømulig arbeiðskor og løn, og tí var tað sjálvsagt ein stórur skelkur fyri okkum og solidaritetsandan, at vita, at í starvsfólk hava sitið í mánaðir í Spania undir mannminkandi umstøðum og við ongari løn.


Álitið ikki skalað

Selma Ellingsgaard sigur, at fundurin við LÍV var konstruktivur og at tryggingarfelagið veitti vissu fyri, at trupulleikin skuldi loysast.

- Vit hava havt eitt gott samskifti við LÍV um Topaz-málið og tað er umráðandi fyri okkum at álitið ímillum partarnar ikki er skalað og tað er tað ikki.

- LÍV greiddi okkum frá, at tey ikki vistu, hvussu støðan var, fyrrenn nú og at felagið reageraði so skjótt, tey frættu um trupulleikan.

- Vit fingu at vita frá tryggingarfelagnum, at eisini fyri tey var tað umráðandi at fáa trupulleikan loystan og tað hava vit onga sum helst orsøk at ivast í.

Selma Ellingsgaard staðfestir, at fakfeløgini hava framvegis fult álit á LÍV og at tey hava onga orsøk at halda, at LÍV hevur vitað um trupulleikan, fyrrenn júst nú.

Hon staðfestir eisini, at tað kom ongantíð har til, at feløgini løgdu trýst á LÍV, tí fundurin ímillum partarnar var í sátt og semju og partarnir vóru fult samdir um at málið skuldi loysast.