Toppdysturin endaði við javnleiki

Sum umstøðurnar vóru undan dystinum, so var Stjørnan roknað sum stórfavorittur til oddabrakið. Hetta tí Tjaldur var skert av leikbannum og spælarum, sum máttu geva avboð vegna brúdleyp.

Men tá alt kom til alt, so gjørdi hetta kanska einki. Seinastu tríggjar ferðirnar hevur Tjaldur annars tapt móti Stjørnuni, men hesa ferð eydnaðist at fáa javnleik.

Tað var annars ikki tað, sum lá í luftini, tá liðini fóru til hálvleiks. Tjaldur fylgdi við fyrstu løtuna, men so setti Stjørnan seg á dystin.

Tann gongdin varð ikki broytt fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, men brádliga raknaði Tjaldur og Cornelia Rimbu veruliga við. Tað stóð tó nógv á seinastu løtuna, og millum annað misnýtti Stjørnan brotskast, tá tað stóð 22-23 á talvuni. Og so endaði alt við, at Annika Thomsen kundi skjóta seinasta málið í dystinum og harvið tryggja Tjaldri eitt stig.

 

Fyri Tjaldur skutu Adina Petrea og Cornelia Rimbu 8 mál hvør. Valentina Suciu skeyt 7 av málunum hjá Stjørnuni.

 

Tjaldur-Stjørnan 23-23 (12-16)