EB/Streymur hevur í dag vunnið 2-0 á heimavølli ímóti HB. Harvið er toppliðið fyri fyrstu ferð í ár á veg av vøllinum uttan at hava vunnið úrtøku! Úrslitið ber við sær, at meistararnir í EB/Streymi nú hava togað seg fram á bronsuplássið, eftir at liðið fyrsta partin av kappingarárinum var stutt frá niðurflytingarstrikuni.
Á Argjum eydnaðist tað AB at vinna 3-1 ímóti Víkingi. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at AB fer av vøllinum við fullari úrtøku. Stóri maðurin á Argjum í dag var framrættaði AB miðvallarin Rógvi Poulsen, sum skoraði tvey mál í 1. hálvleiki. Eftir at Kaj Leo í Bartalsstovu hevði minkað um munin, var trýstið á AB málið stórt, men at enda koppaði tað AB til fyrimunar. Tapið og hini úrslitini bera við sær, at Víkingur nú er liðið dygst omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Í Runavík endaði tað málleyst millum NSÍ og TB. Tvøramenn løgdu sera bragdliga fyri, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen, og í hinum endanum megnaði heimaliðið ikki at fáa mál. Úrslitið ber við sær, at TB lyfti seg framum Víking, og at NSÍ eftir 12 umfør er á fimta plássi
Við 3-1 sigri á 07Vestur í Sørvági lyfti ÍF seg fram á næstfremsta plássið. Um tvær vikur verður toppuppgerð í Gundadali, tá ið HB fær vitjan av ÍF.
07Vestur er næstaftast og tvey stig frammanfyri AB.
Merkisvert var tað, at tað hesa ferð bara var ein dystur, sum endaði javnur.
13. umfar verður um tvær vikur. Næsta vikuskifti eru landsdystir á skránni.
NSÍ-TB 0-0
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Kristian Joensen Monrad Holm Jacobsen, Jónhard Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Magnus Olsen, Andrass Frederiksberg (Sjúrður Jacobsen, 72.) Jann Martin Mortensen (Debes Danielsen, 78.), Árni Frederiksberg, Andy Olsen - Klæmint A. Olsen
Gult kort: Árni Frederiksberg
TB: Ivan Stojkovic -Eirikur Ellendersen, Óli Johannensen, Babacar Ndior,Teitur W. Justinussen - Ndende Adama Guéye, Rógvi Joensen (Teitur Olsen, 88.) Dan Mortensen (Hjalti Vestergaard, 74.), Nicholas Ferenc Deverdics, Aron Sørensen (Ragnar Tausen, 46.) - Poul Ingason
Gult kort: Aron Sørensen
EB/Streymur-HB 2-0 (2-0)
1-0: Levi Hanssen 30.
2-0: Leif Niclasen 37.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen (Jóhannes Hansen, 29./Niels Pauli Danielsen, 45.) Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Gunnar Zachariasen (Hanus Olsen, 89.) - Levi Hanssen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Arnar Dam, Hans Pauli Samuelsen
HB: Hans Jørgensen - Jógvan Rói Davidsen (Tróndur Jensen, 72.), Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos (Pál Mohr Joensen, 72.) - Heini Vatnsdal, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Kristin R. Mouritsen, 72.), Símun E. Samuelsen
Gult kort: Andrew av Fløtum, Gunnar Haraldsen, Símun Samuelsen
07Vestur-ÍF 1-3 (0-2)
0-1: Bogi Reinert Petersen 19.
0-2: Clayton Soares 41.
0-3: Hanus Thorleifsson 86.
1-3: Jovan Panic 90.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
07Vestur: Andras Gango Torstein Mýlingstind, Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen Evrard Blé (Petur G. Dalbø, 83.), Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus (Jákup Olsen, 77.)
Gult kort: Tehé Aristide
ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Ari Ó. Ellingsgaard (Poul N. Mikkelsen, 81.), Heri H. Nesá, Høgni Madsen (Hanus Thorleifsson, 46.), Bogi R. Petersen (Alaksandar Jovevic, 62.) - Clayton Soares, Øssur Dalbúð
Gult kort: Høgni Madsen
AB-Víkingur 3-1 (2-0)
1-0: Rógvi Poulsen 18.
2-0: Rógvi Poulsen 24.
2-1: Kaj Leo í Bartalsstovu br
3-1: Bjartur Kjærbo 85.
Dómari: Rúni Gaardbo
AB: Símun Rógvi Hansen - Jónas Stenberg, Leivur Holm Joensen, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Mikkjal Hentze (Karstin Højgaard, 86.), Jobin Drangastein (Hørður M. Mohr, 74.), Dion B. Splidt, Sorin Anghel, Rógvi Poulsen - Ahmed Keita (Bjartur Kjærbo, 75.)
Gult kort: Rói Danielsen, Dion B. Splidt
Víkingur: Geza Turi Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Kaj Leo í Bartalsstovu, Heðin Hansen (Per Gregersen, 83.), Filip Djordjevic, André Olsen (Hans Jørgen Djurhuus, 46.), Hanus Jacobsen Finnur Justinussen
Gult kort: Dánjal Pauli Lervig, Finnur Justinussen, Hans Jørgen Djurhuus, Filip Djordjevic
KÍ-B36 0-2 (0-1)
0-1: Símun Joensen 4.
0-2: Rasmus Dan Sørensen 90.
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni - Ivan Joensen, Atli Danielsen - Kristoffur Jacobsen (Páll A. Klettskarð, 46.), Hjalgrím Elttør, Ísak Smonsen (Álvur F. Christiansen, 48.) - Heðin Klakstein (Johan Jacobsen, 63.)
Gult kort: Heðin á Lakjuni
B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin Pedersen, Símun Joensen - Høgni Midjord (Benjamin Heinesen, 67.), Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen - Jákup á Borg (Rasmus Dan Sørensen, 78.), Adeshina Lawal
Gult kort: Høgni Midjord, Róaldur Jacobsen
HB 27 stig
ÍF 20 stig
EB/Streymur 18 stig
KÍ 18 stig
NSÍ 17 stig
B36 16 stig
TB 15 stig
Víkingur 15 stig
07Vestur 7 stig
AB 5 stig
13. umfar
15. juni
EB/Streymur-Víkingur
16. juni
NSÍ-07Vestur
HB-ÍF
TB-B36
KÍ-AB
LIÐUGT
2-0
90) 2-0
Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir aftrat vanligu leiktíðini. Símun Samuelsen hjá HB hevur sæð gula kortið.
Gunnar Zachariasen, sum í 2. hálvleiki hevur verið fremstur á EB/Streyma liðnum, er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Hanus Olsen.
85) 2-0
Nýggju HB kreftirnar hava ikki gjørt serligan mun. Egil á Bø, Marni Djurhuus og hinir í verjuni hjá EB/Streymi hava saman við liðfeløgunum tak á tí, og HB spælararnir tykjast hava funnið seg til rættis við, at hetta verður dagurin, tá ið teir fyri fyrstu ferð í ár fara av vøllinum uttan úrtøku í landskappingini.
Gunnar Haraldsen hjá HB hevur sæð gula kortið.
75) 2-0
Oddbjørn Joensen hevur nú sett tríggjar nýggjar spælarar inn á HB liðið. Út eru farnir báðir vongverjarnir, Jógvan Rói Davidsen og Alex José dos Santos, og álopsspælarin Andrew av Fløtum. Inn eru komnir Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen og Kristin R. Mouritsen.
65) 2-0
HB roynir at leypa á, men søgan er tann sama, sum hon hevur verið fyrsta stóra tíman. EB/Streymur verjir borg, og tá ið HB spælarar onkra einstaka ferðina royna ímóti málinum, sum er tað ikki trupult hjá René Tórgarð at vera fyri.
Besta royndin hjá HB var tann, tá ið fyrrverandi EB/Streyma spælarin, Santos, smekkaði til úr stórari fjastøðu, men bólturin brast í stólpan!
60) 2-0
Talan er um fínt undirhald, og gongdin er tann sama. Higartil hevur HB ikki megnað at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
55) 2-0
HB hevur lagt ógvusliga fyri fyrstu løtuna eftir steðgin, og tað hava verið fleiri spentar støður frammanfyri málið hjá René Tórgarð. EB/Streymur er fyri tað mesta í verjustøðu, men tá eru teir í Sundalagnum kendir fyri at vera sera vandamiklir, tá teir lúra eftir møguleikum fyri skjótum álopum!
Andrew av Fløtum hjá HB hevur sæð gula kortið.
HÁLVLEIKUR
2-0
45) 2-0
EB/Streymur hevur verið í góðum støðum at økja enn meiri um leiðsluna, og HB hevur ikki verið sannførandi í verjupartinum.
Steðgur hevur verið í spælinum eina løtu, tí innskifti Jóhannes Hansen varð skaddur. EB/Streymur ger klárt at skifta út eina ferð aftrat.
Niels Pauli Danielsen er komin inn fyri Jóhannes Hansen, og Leif Niclasen, sum hevur skorað annað málið og higartil hevur verið fremsti álopsspælarin, er farin aftur á vinstra vongverja.
40) 2-0: Leif Niclasen
EB/Streymur hevur enn eina ferð víst sínar dygdir í skjótum álopsspæli. Eftir HB horna gjørdi heimaliðið skjótt av, og tað endaði við, at vongverjin í høgru, Gert Hansen, við høvdinum legði bóltin fyri føturnar á Leif Niclasen, sum skoraði.
Tað liggur heilt til høgrabeinið hjá EB/Streymi at dúva upp á skjót mótálop!
35) 1-0: Levi Hanssen
So hevur EB/Streymur lagt seg á odda. Málið varð skorað eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur aftur og fram. Levi Hanssen var síðstur á bóltinum í øllum trunkanum, men kanska var talan um sjálvmál.
EB/Streymur hevur skift út. Rógvi E. Nielsen er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Jóhannes Hansen.
Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi hevur sæð gult fyri munnhøggarí.
25) 0-0
Fótbóltsspælið hongur betri saman hjá HB. Tað hongur væl saman hjá EB/Streymi í løtum, men í løtum er heimaliðið ikki sannførandi.
Heini Vatnsdal hevur havt fína roynd eftir gott uppspæl, men René Tórgarð stórbjargaði til horna.
20) 0-0
Fótbóltsspælið er gott, men higartil hevur tað ikki eydnast liðunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
15) 0-0
EB/Streymur hevur víst sínar dygdir. Serliga hevur tað ligið væl fyri í høgru, har Levi Hanssen tykist væl upplagdur. Eftir innlegg úr høgru var um reppið, at Gunnar Zachariasen skoraði.
10) 0-0
Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu. Fyrstu løtuna hevur HB verið leikliga omaná, og HB hevur vunnið sær fyrsta hornasparkið, men higartil hevur tað ikki eydnast liðunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Stórdysturin í dag er við Margáir, har meistararnir í EB/Streymi hava vitjan av suverena oddaliðnum í landskappingini, HB.
EB/Streymur-HB kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Gunnar Zachariasen - Levi Hanssen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen
HB: Hans Jørgensen - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun E. Samuelsen
---
LIÐUGT
1-3
87) 1-3: Jovan Panic
85) 0-3: Hanus Thorleifsson 83.
75) 0-2
Í løtuni er tað einki, sum bendir á, at ÍF ikki skal vinna fulla úrtøku og harvið leggja seg fram á silvurplássið.
60) 0-2
Heimaliðið roynir at spenna álopsbogan, men higartil hevur tað ikki eydnast at skora mál. Bestu royndina hevði Camara, men Jákup Mikkelsen bjargaði royndini.
HÁLVLEIKUR
0-2
45) 0-2: Clayton Soares 39.
Eftir langt innkast hevur fyrrverandi 07Vestur spælarin Clayton Soares økt um leiðsluna. Verjuspælið var ikki serliga sannførandi í hesi støðuni.
30) 0-1
Fuglfirðingar tykjast hava tak á tí. Talan er ikki um so stóra yvirvág, men heimaliðið hevur ilt við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
15) 0-1: Bogi Reinert Petersen 15
ÍF hevur verið vandamiklarara liðið. Fuglfirðingar hava havt bóltin á tvørtrænum aftanfyri Andras Gango, og nú hevur Bogi Reinert Petersen skorað.
07Vestur-ÍF kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
07Vestur: Andras Gango Torstein Mýlingstind, Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus
ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Ari Ó. Ellingsgaard, Heri H. Nesá, Høgni Madsen, Bogi R. Petersen - Clayton Soares, Øssur Dalbúð
----
LIÐUGT
0-0
90) 0-0
Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir aftrat. Síðstu stóru løtuna hevur hvørki liðið megnað at spæla seg til málmøguleikar. Tað mesta hevur gingið fyri seg á miðvøllinum.
70) 0-0
Gongdin er tann sama. Í løtum er TB omaná, og so er NSÍ omaná. Uppløgdum málmøguleikum er lítið at síggja av.
Andras Frederiksberg er farin av vøllinum, og í hansara stað er Sjúrður Jacobsen komin inn á NSÍ miðvøllin.
60) 0-0
Tað er framvegis málleyst. TB koyrir framvegis á, men kanska er NSÍ meiri við í spælinum, enn teir á heimaliðnum vóru undan steðginum.
Ragnar Tausen er beinanvegin eftir steðgin komin inn á TB miðvøllin í staðin fyri Aron Sørensen.
HÁLVLEIKUR
0-0
Sum tað leið fram ímóti steðginum var NSÍ meiri við, og heimaliðið megnaði onkrar málmøguleikar. TB hevur tó verið væl meiri ágangandi, og tað hava verið nógvar spentar støður frammanfyri málið hjá Kristiani Joensen og NSÍ, sum í dag hevur Magnus Olsen á verjukenda miðvøllinum og ikki Sjúrð Jacobsen, ið hevur røkt henda leiklutin seinastu ferðirnar.
35) 0-0
TB er framvegis ágangandi, og tað hava verið spentar støður í NSÍ brotsteiginum. Størsti møguleikin higartil var, tá ið Andy Olsen hjá NSÍ var púra leysur, men hann sendi bóltin upp um málið!
15) 0-0
Tað er sera undirhaldandi í Runavík, har hevur verið ágangandi fyrsta korterið,
NSÍ-TB kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Kristian Joensen Monrad Holm Jacobsen, Jónhard Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Magnus Olsen, , Andrass Frederiksberg Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg, Andy Olsen - Klæmint A. Olsen
TB: Ivan Stojkovic -Eirikur Ellendersen, Óli Johannensen, Babacar Ndior,Teitur W. Justinussen - Ndende Adama Guéye, Rógvi Joensen Dan Mortensen, Nicholas Ferenc Deverdics, Aron Sørensen - Poul Ingason
----
LIÐUGT
3-1
85) 3-1: Bjartur Kjærbo
So er tað mangt,sum bendir á, at AB fer at vinna fyrsta sigurin á árinum!
70) 2-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 63.
Nú er spenningur komin í aftur á Argjum. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur fyri Víking minkað um munin, og nú spenna teir í Víkingi álopsbogan. Tað ber spentar støður við sær í báðum endum.
60) 2-0
Víkingur hevur ilt við at fáa brodd og tyngd í álopspartin, og í løtuni er tað einki, sum bendir á, at AB ikki skal vinna fyrsta sigurin á árinum.
HÁLVLEIKUR
2-0
35) 2-0
Víkingur roynir at svara aftur. Gestirnir hava lotið undan, og onkrar spentar støður hava verið frammanfyri AB málið, men framvegis er AB á odda 2-0.
25) 2-0: Rógvi Poulsen 23.
Víkingarnir eru av álvara undir trýsti á Argjum. Heimaliðið hevur greitt yvirtak, og tað er ikki minst Rógvi Poulsen, sum er væl upplagdur. Eftir langa sending fram í vinstru, sneiddi Rógvi framvið fleiri, áðrenn hann sendi bóltin í handara síðunetið.
20) 1-0: Rógvi Poulsen 18.
Heimaliðið hevur lagt væl fyri, og nú hevur tað eydnast Rógva Poulsen at skora. Frammanundan málinum hevði Sorin Anghel góðan møguleika, men hann sendi bóltin framvið málinum.
AB-Víkingur kl. 15.00