Torkil vann samanlagt og Gunnar í dag

Tá teir fremstu á dagsins teini nærkaðust Gamla Apoteki, vóru fimm mans við í endaspurtinum. Av teimum royndist Gunnar Dahl-Olsen tann drúgvasti, tí hann megnaði at vera fremstur, við tíðini 3:03:21 tímar.

 

Síðani komu Árni Már Jónsson, Jacob Agger Troelsen, Guðmundur Joensen og Gunnlaugur Jónasson á mál, og teir fingu allir somu tíð. Ein góðan minutt aftan fyri hesar kom so Torkil Veyhe, ið eisini gjørdist samlaður vinnari av kappingini.

 

Torkil brúkti tilsamans 9:45:11 tímar um teir 341 kilometrarnar í Klaksvík, Eysturoynni, Suðuroynni, Vágum og Streymoynni, sum ársins útgáva av Statoil Kring Føroyar hevði at bjóða. Hetta er annað árið á rað, at hann vinnur kappingina.

 

Eisini lið hansara, Team PE, sum hann hevði saman við Guðmundi Joensen og Gunnari Dahl-Olsen, stóð seg væl og vann liðkappingina. Á øðrum plássi, 9:24 minuttir aftanfyri, kom íslendska HFR, og belgiska Wheels of Steel var nummar trý.

 

Kappingina hjá kvinnum vann Súsanna Skylv, Knud Glerup var vinnari hjá unglingum, og hjá motionistunum vunnu Anne Marie Kyed og Peder Bay hjá ávikavist kvinnum og monnum.