Tórshavnar kommuna: Eyka 1. flokkar í ár og komandi ár

Tórshavnar kommuna hevur eftir umsókn til Barna- og undirvísingarmálaráðið fingið loyvi til ein eyka 1. flokk á skúlanum á Fløtum skúlaárini 2026/27 og 2027/28, og ein eyka 1. flokk á skúlanum á Argjahamri skúlaárið 2027/28.

Tórshavnar kommuna tók upp samráðingar við Barna- og undirvísingarmálaráðið, eftir at tað gjørdist greitt, at næmingatalið fór at vera høgt næstu árini.

 

Hetta merkir, at pláss verður fyri 96 børnum  í 1. flokki skúlaárið 2026/27 á Fløtum, tí kommunan hevur undantak frá næmingahámarkinum, sum er 22 í hvørjum flokki, og kann tí hava 24 næmingar í hvørjum 1. flokki.

 

Fyri skúlaárið 2027/28 merkir tað, at pláss verður fyri 88 børnum í 1. flokki á Fløtum og 66 børnum í 1. flokki á Argjahamri (tá fellur undantakið burtur, so kommunan fylgir lógini um 22 næmingar í hvørjum flokki).

 

Til ber enn til at innskriva børn í skúla. Tilmeldingin letur aftur hósdagin 15. januar kl. 12. Tú innskrivar næmingar á torshavn.fo

 

Um barnið longu er innskrivað í forskúla, og foreldur ynskja at broyta hetta, ber eisini til at gera tað á heimasíðuni ella við at seta seg í samband við mentamáladeildina.

 

Fyrireikingar eru longu byrjaðar at víðka um skúlan á Fløtum til komandi skúlaár, og at víðka um skúlan á Argjahamri til skúlaárið 2027/2028.