Skulu kommunurnar í Suðuroy leggja saman?
Hetta er ein spurningur, sum enn einaferð er drigin fram, nú valstríðið upp undir kommunustýrisvalið 13. november, er við at hitna.
Í Suðuroy varð valstríðið skotið ígongd á fundi í Skúladeplinum í Suðuroy mánamorgunin, har borgarstjórar og valevni høvdu høvi at siga sína hugsan.
Tey flestu valevnini, sum vórðu spurd, hildu, at tað er sjálvsagt, at kommunur verða lagdar saman.
Tey flestu hildu, at einasta loysnin er, at Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu, men onkur heldur, at tað rætta er at leggja saman í tvær kommunur. Og so er tað onkur, sum als ikki vil vita av samanlegging yvirhøvur.
Tvær ferðir
Andrea Gilstón Danielsen, sum er valevnið til bygdaráðið í Sumba, heldur, at Suðuroy skal sjálvandi vera ein kommuna.
Hon heldur, at vit fáa ov lítið fyri pengarnar, sum støðan er nú.
- Vit hava sjey kommunur og rinda løn til sjey borgarstjórar. Vit hava eina tekniska deild í Vági og eina á Tvøroyri, hóast tað er nóg mikið við einari, og soleiðis hava vit tvær fyristingar á nógvum økjum, har tað er nóg mikið við einari, heldur hon.
Nær og hvussu
Dennis Holm, sum er uppstillaður til býráðsvalið í Vági, heldur, at øll eru samd um, at vit skulu hava eina kommunu í Suðuroy.
Spurningurin er bara, hvussu mannagongdin skal vera og, hvussu skjótt tað skal gerast.
Hinvegin staðfesti hann, at samanlegging er fyri ein stóran part ein spurningur um at hava álit á hvørjum øðrum
- Álit skal byggjast upp, men tað tekur tíð og tað krevur, at vit at fara undir eitt skipað samstarv á ymsum økjum.
Hinvegin heldur hann eisini, at fleiri borgarstjórar í Suðuroy eru ikki kendir fyri at vera álitisskapandi.
Kortini heldur hann, at tann dagin, suðuroyingar fara undir eina tilgongd við tí endamáli at leggja saman, fer tað at enda við, at oyggin verður ein kommuna.
Eitt, sum fær smáu plássini at aftra seg, er, at tey stúra fyri at detta niður ímillum
- Tí verður ein samanlegging eisini ein spurningur um at tryggja smáu plássunum eina játtan, sum tey kunnu brúka til lokalar útbyggingar á plássinum.
Annars kennir Dennis Holm einki til nakra kapping ímillum Vág og Tvøroyri, tí hann heldur, at kommunurnar í Suðuroy hava eitt gott samstarv.
Spurningurin er at koma longur fram á leið við hesum samstarvi og hann helt, at suðuroyingar kunnu brúka Sundalagið sum fyrimynd, har kommunurnar samstarvaðu í nógv ár í eini felagskommunu, har tey bygdu upp eitt álit á hvønn annan, áðrenn tær løgdu saman.
Hinvegin heldur Dennis Holm, at sama, hvussu nógvar kommunur eru í Suðuroy, hevur oyggin eina avbjóðing, sum ber av øllum og tað er at fáa ung aftur í oynna at búgva.
- Tað er størsta avbjóðingin fyri Suðuroy, heldur hann
So við og við
Ranvá Albinus, sum er uppstillað til bygdarráðið í Porkeri vísir á, at kommunur í Suðuroy samstarva á ymsum økjum, eitt nú á barnaverndarøkinum, skúlaøkinum og sosiala økinum.
- Samanlegging er helst vegurin fram og tí er tað gott at byrja við samstarvi á ymsum økjum og so byggja tað út so við og við.
Annars heldur hon, at skulu kommunur í Suðuroy leggja saman, skal øll oyggin verða ein kommuna, ella kann tað vera tað sama, tí vit standa sterkari við einar kommunu enn við tveimum.
Eisini Mikkkal Sørensen, sum eisini er uppstillaður í Porkeri, tekur undir við, at Suðuroy er ein kommuna.
- Avbjóðingin hjá Suðuroynni er hvussu vit fáa fólk at støðast í oynni í kapping við miðstaðarøkið og útlandið.
Ongantíð ov skjótt
Hinvegin heldur Kristian Holbæk, sum er valevni á Tvøroyri, at øll Suðuroy skal leggja saman í eina kommunu ongantíð ov skjótt
- Suðuroy hevur stórar avbjóðingar við íløgum í vatnveiting, kloakk- spillivatnleiðingar, bygningar treingja til ábøtur og vegirnir krevja asfalt.
- Hetta eru avbjóðingar, vit ikki klára við 4700 fólkum í sjey kommunum.
- Skulu vit hava eina professionella fyrisiting, sum kann leggja til rættis og sum megnar at gera eitt veruligt arbeiði og fyrireika mál til politikarar at taka støðu til, mugu vit sjálvandi leggja saman í eina kommunu.
Hann hevur onki álit á at leggja alla oynna í kommunur, men kann tað slóða fyri einari kommunu, so kann samanlegging í tvær kommunur vera ein byrjan.
Annars staðfestir Kristian Holbæk, at Suðuroy hevur brúk fyri útbúnum fólki í ólukkumát.
Sjálvur hevur hann grannskoðaravirkið, men hevur hann tørv á fólki, nyttar onki at søkja í suðuroy, tí skikkað fólk fæst ikki í oynni.
- Leggja vit saman, verður tørvur á útbúnum fólki og eini professionellari fyrisiting og tað kann leggja grundarlagið undir fleiri størvum, heldur Kristian Holbæk.
Tveir siga nei
Hinvegin vóru tað tvey valevni, sum ikki eru samdir í at leggja Suðuroy saman í eina kommunu
Rúni Lisberg, sum er valevni í Sumba, er imóti samanlegging, tí hann ivast ikki í, at verður øll oyggin ein kommuna, fer Sumba fullkomiliga at smokka niður ímillum.
- So fær Sumba kanska eitt umboð at umboða seg og tað umboðið fær ótrúliga lítla ávirkan, heldur hann
Eisini Jóhan Eli Poulsen, sum er stillaður upp til kommunuvalið í Hvalba, heldur, at tað er burturvið at leggja saman í eina kommunu.
Hann sær svart upp á at hava eina kommunu við teimum stórum plássum sum Vág og Tvøroyri, tí tað fer at elva til eitt maktstríð og tá fara hinar kommunurnar at hvørva.
Hann sær heldur fyri sær, at Suðuroy verður tvær kommunur, ein í syðru helvt og eina í norðaru helvt, tí so er eitt stórt pláss í hvørjari kommunu, og tá fáa vit tvær sterkar kommunur og tað er lættari hjá tveimum kommunum at samstarva enn tað er hjá sjey kommunum og kommunur samstarva um ymisk øki.
LES EISINI FLEIRI AÐRAR GREINAR UM SAMA EVNIÐ