Við fundum, stevnum, røðum og øðrum, roynir Útoyggjafelagið, nevnd og onnur at blíva hoyrd, fyri at steðga fráflytingini, alt meðan politikarin vendir deyva oyrað til.
Útoyggjar og útoyggjafólk eru á fleiri økjum afturúrsigld hálva til heila øld, og einki røkist fyri at broyting kemur í. Lívið á útoyggj er hopleyst tilafturskomið og ómodernað. Hetta er ein partur av fólkalívi í Føroyum, sum politikarar og stjórn eiga at skammast av at leggja navn til.
Meðan fólkið við alskyns hentleikum eisini kunna koyra yvir vegir og tunlar út í hvønn krók í miðstaðarøkinum, tað veri seg til og frá arbeiði ella annað, mugu útoyggjafólk framvegis rópa um hjálp, uttan at blíva hoyrd.
Framburðurin við stórum útbyggingum og moderniseringum á miðøkinum ger stillstandin á útoyggjunum meira sjónskan, vónleysan og meiningsleysan. Tá virðingin fyri útoyggjafólki er so lítil, so fær tað ein at hugsa, at tey skulu metast sum eitt óynskt upprunafólk (urfólk), sum verða hildin í reservatum. Einum kemur eisini til hugs, at tey eru flóttafólk í egnum landi. Og hvat við teimum nógvu hundrað, sum eru flutt seinastu hálvu øldina? Skulu hesi síggjast sum flóttafólk, sum nú eru blivin í túsunda tali av fyrsta, øðrum og triðja generasjóns fremmandaarbeiðarum inni á føroyska miðøkinum og ein partur í Danmark?
Nei! Um politiski viljin er ella ei, so eru útoyggjafólk ikki nøkur óynskt upprunafólk og líka so lítið eru tey flóttafólk. At politikararnir á grovligan hátt vísa lítla virðing fyri útoyggjafólki skerst ikki burtur. At tað hartil bendir á, at teir ynskja fólkið vekk og avtofta útoyggjar, skerst heldur ikki burtur.
Fyri at steðga fráflytingini av tí sum eftir er, er neyðugt at vegir og tunlar til útoyggjar verða raðfestir bæði skjótt og ovarlaga. At kunna koma og fara koyrandi, er ikki annað enn sømdir, sum øll onnur hava. Men hvat? Her koma – so løgið tað ljóðar – okkara serføroysku politikarar, nationalistarnir, teir loysingarsinnaðu og siga nei. Her deila teir fólkið í tveir ólíka partar, ein sum skal kunna koyra út og heim, og ein sum ikki skal kunna koyra út og heim.
At so er, hava vit tvey fesk dømi um. Fyrst var tað Norðoyatunnilin, sum ikki bleiv lagdur um Kalsoynna, og nú er tað Sandoyartunnilin, sum teir ikki vilja leggja um Hest. Viðvíkjandi tí sum hesar tunnilsføringar vísa, hevur undirritaði ta áskoðan, at áðurnevndu politikarar ikki hava ætlanir um at tað skal gerast koyrandi til útoyggjar yvirhøvur. At Norðoyatunnilin ikki fór um Kalsoynna, og at Sandoyartunnilin nú ikki skal um Hestoynna, gevur týðiliga ábending um, at hesar báðar, Kalsoy og Hestur, ikki mugu skapa fordømi fyri tunlum til útoyggjar.
Landsstýrið eigur at síggja og skilja, at tað í útbyggingini av landsins tunla- og veganeti, sum er størsti og mest týðandi liður í infrastrukturinum, hevur ikki latið útoyggjafólki atgongd til landsveganetið, sum er teimum, eins og øðrum, ein eyðsýndur og sjálvsagdur rættur. Linjuføringarnar til áðurnevndu tunlar eru ein harðlig provokatión móti øllum okkara útoyggjafólki, ein politisk krígsavbjóðing, sum vit øll eiga at hjálpa teimum við.
Peningatrot sum motiv
Landsstýrið sigur, at pengar fara at mangla í, um Sandoyartunnilin skal um Hestoynna. Hetta er undanførsla og kemst av, at tunlar á meginøkinum hava hægri prioritet í teirra politisku verð.
Í hesum sambandi er hóskandi at endurtaka tragikomsiku søguna um fólkaatkvøðu og blokk. Tað var nakað fyri túsundáraskiftið, at hesir provokerandi, nationalu hildu seg hava fingið oyðilagt so mikið av ríkisfelagsskapinum, at teir hildu seg kunna draga eina loysing í land. Við hesum í huga lovaðu teir fólkinum, til ásetta tíð, eina fólkaatkvøðu um málið. Tá tíðin nærkaðist kom fjáltur á. Tað var farið at fjara út við teirra politiska trúvirði, og so hildu teir fólkið fyri spott við at avlýsa fólkaatkvøðuna. Við sorg og sút máttu teir ásanna, at fólkið ikki vildi vera við. Øll høvdu verið vitni til teirra drúgvu, hørðu og høpisleysu herferð móti ríkisfelagsskapinum. Hetta var eitt 5-6 ára langt ótespiligt stríð móti donsku stjórnini, sum gjørdi okkum øllum fyri skommum.
At teir máttu avlýsa fólkaatkvøðuna, var teimum ein illa smakkandi biti, sum ikki skuldi gloymast. Innanhalla lovaðu hesir diktatorisku loysarar tí ilt yvir ólýdna fólkið. Tað var vist nokk umleið ársskiftið 2001-2002, at teir lótu fólkið fáa sviðan at føla. Hesaferð var tað blokkurin, sum bleiv høgdur í tveir lutir og við tí gjørdu teir okkara búskap eina millión veikari fyri hvønn dag í árinum. 366 mill. minkaðu teir blokkin og fastfrystu restina, tað vil siga, at blokkurin veksur ikki við rentum, dýrtíð ella øðrum, og tí er veruliga árliga tapið um 400 milliónir og higartil er samlaða tapið góðar 2 milliardir krónur.
Um tað vóru skilamenn, sum stílaðu fyri, so brúktu teir heldur pengarnar til vegir og tunlar. Fyri 400 mill. kr. kundu tveir, kanska tríggir tunlar verið í gerð alt árið, og fyri allar hesar pengar pr. ár kundu allir tunlar verið liðugtgjørdir um eini 15 ár, og hartil var eisini ókeypis at koyra á vegi og tunlum. Men hvat? Tá ókontrollerað national følilsi sleppa inn, slær tað røtur og eitrar frá sær so menniskjan gerst ótilroknilig.