Seinasta sunnudag bjóða tey trý manskórini av Skálafjørðinum, úr Fuglafirði og úr Havn til konsert í Norðurlandahúsinum.
Tað skiltist á monnum, at ætlanirnar um eina slíka konsert vóru ikki heilt nýggjar, men av tí at tað skal eitt sindur til, fyri at finna ein dag, sum passaði øllum, tók tað sína tíð at finna dagin.
Nú var hann so upprunnin, og tað var við ikki sørt av spenningi, at eg spákaði mær niðan at lurta eftir tí teir høvdu at bjóða. Tað er ikki tí eg fari at meta meg sum serkønan á økinum, men kortini.
Vit hava havt manskór herheima, í styttri og longri tíðarskeið, í mong harrans ár, tó við drúgvum sliti í.
Men við teimum kórtraditiónum sum liggja her á landi, so er kortini eingin vandi fyri, at »mansligur« sangur dettur niður fyri, nakrantíð.
Tað er tó eitthvørt heilt serligt við manskóri, tí megin í røddunum ger ávísar sangir serliga vakrar at hoyra, tá tað er manskór sum syngur.
Eingin orsøk til skund
Tað vóru Skálafjørðinum sum løgdu fyri. Jóhan Mortensen hevur savnað saman nógvar góðar sangarar, men teir vóru kanska í færra lagi til at fylla stóra salin í Norðurlandahúsinum.
Skránni var einki galið við, og tað var tað heldur ikki við framførsluni sum so. Tað er sjálvsagt, at tað er torført at verða fyrsta kórið á pallinum, men tað skal sigast, at teir brúktu ikki langa tíð at syngja seg heitar.
»Einki er sum summarkvøld við strendur« ljóðaði væl, og tað gjørdi »I skovens dybe stille ro« eisini. Kórið sang eitt ørindi á føroyskum og eitt á donskum, og tað ljóðaði avbera væl.
Eftir eisini at hava sungið Bach og Rasmus Effersøe kom túrurin til Í Noreg búðu raskir menn, og hesin sangurin gekk stak væl. Tað eru kanska fleiri góðir kvøðarar í kórinum, hvør veit, men tað rungaði í høllini.
Manskórið á Skálafjørðinum endaði sína framførslu við at syngja O veldis Guð meðan kórleiðarin Jóhan Mortensen spældi undir. Henda framførsla ljóðaði eisini rættiliga væl, men fyri mær tyktist tað sum hevði kórleiðarin ov nógvan skund. Eftir míni meting gekk sangurin heilt einfalt ov skjótt til at ljóða heilt sum hann átti, og tað er synd, tí tað seinasta myndin spilti meir enn gott er.
Tað er sjálvandi væl hugsandi, at tað var ætlanin, at tempoið skuldi verða høgt, og var tað ætlanin, so eydnaðist tað.
Alt í alt ein góð framførsla hjá hesum lutfalsliga nýggja kóri, og tað er einki at ivast í, at í teimum býr ein góð framtíð.
Brennivín og ræstan fisk
Næsta kórið á pallinum var á heimavølli, er størsta kórið, er nokk tað elsta av teimum og síðst men ikki minst, hevur gjørt mest við sangin.
Tórshavnar Manskór við Bjarna Restorf sum leiðara.
Teir komu sum vanligt sera væl frá skránni, sum ikki var so løtt at fara um.
Fyrsti sangurin, »Jeg har så græsselig«, ljóðaði stak væl í mínum oyru og tað hildu hinir áhoyrararnir eisini, tí teir klappaðu óført.
Ikki tí, tað gjørdu teir nú eisini tá hini kórini sungu!
Kári Bæk hevði gjørt næsta sangin, sum eitur »Vit eru føroyingar«. Hann er sera skemtiligur og er kanska meiri ein søga enn ein sangur.
Hesin sangurin vísti hvussu ótrúliga breitt spennið er í Tórshavnar Manskóri. Harðmæltur sangur, sum við eitt skifti til tað meira mjúka og bleyta.
Aftaná at hava sungið vakra svenska sangin »Uti vår hage« sang kórið »Nú knígur sól«, sum er ein íslendskur sangur. Hesin sangurin er ein beinur mótsetningur av sanginum hjá Kára Bæk, tí hann er so ótrúliga stillur og vakur.
Henda framførslan var einastandandi og eg kundi ikki lata verða við at lurta eftir útgávuni hjá Karlakóri Reykavíkur, tá eg kom aftur til húsa, og útgávan hjá havnarmonnum stóð einki aftanfyri. Ótrúliga vakurt var tað.
Tórshavnar Manskór endaði sína framførslu við eini útgávu av tjóðsanginum, sum Bjarni hevur gjørt satsin til.
Áðrenn framførslan byrjaði segði Bjarni áhoyrarunum, at vit vóru vælkomin at reisa okkum upp, meðan tjóðsangurin varð sungin, og ætlaðu vit okkum at syngja við, so skuldu vit bíða til triðja og seinasta vers.
Tað gjørdu vit so, men eg haldi, at tað var manskórið, sum kom best frá teirri framførsluni.
Annvør og
fuglfirðingarnir
Seinasta kórið áðrenn felagskórið var Fuglafjarðar Manskór, við Heðini Kambsdal, sum leiðara. Eisini fuglfirðingar eiga stoltar kórtraditiónir og tí var tað heldur einki undur, at teirra framførðsla eisini var góð.
Skráin hjá fuglfirðingum var øðrvísi enn skráin hjá hinum á tann hátt, at teir høvdu tríggjar enskar sangir við, men tað gjørdi ikki framførsluna verri.
Fyrst sungu teir »You are my sunshine, meðan Bjarni Restorf sat við tangentarnar.
Áðrenn teir fóru undir næsta sangin, sum var ein »Elvis-klassikari«, segði Heðin Kambsdal, at teir í Fuglafirði eisini eiga ein Elvis í Hannusi Hansen, men at tað fingu vit at hoyra.
Nú ivist eg í, at Elvis hevði sungið handa sangin soleiðis, men tað er ótrúligt, sum Hannus syngur væl!
Seinasti sangurin hjá Fuglafjarðar Manskóri var »Swing Low« og her snýttu teir. Teir fingu eina kvinnu at hjálpa sær!
Annvør Abrahamsen sang solo henda seinasta sangin og tað skal hon eiga, at hóast hetta var ein konsert fyri mansjór, so var ta hon, sum átti vakrastu røddina. Reint og høgt, sang hon og einastandandi væl.
Tað var øgiligt ...
Nú var tíðin komin til felagskórið - og nú fyltist salurin, bæði við monnum og ljóði. Tað var sum ein av sangarunum í Tórhavnar Manskórið tók til, allogið av monnum.
Felagskórið sang tríggjar fosturlandssangir sum fyltu alt húsið á tremur. Men tað var nú ikki so løgið, tí har vóru millum 80 og 100 menn við í kórinum.
Eins og undanfarnu framførslurnar vóru hesir tríggir sangirnir væl framførdir, og teir vísa, allir sum ein, at vit eiga fleiri einastandandi manskór her á landi.
Stutt men flott ...
Hetta skal enda onkustaðni, og tað skal verða við teimum orðum, at hugskotið um eina várkonsert við teimum trimum manskórunum var eitt skilagott hugskot.
Besta prógv um hetta var kanska tann stóra mannfjøld, sum hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið sunnudagin.
Konsertin var stutt, men hon var samstundis framúr góð.
Eg veit ikki um hon hevði verið so nógv betri um hon hevði verið longur. Kanska var tað rætt, sum áhoyrarin tók til í gongini beint eftir konsertina.
? Hon var so til pass stutt, at ein fekk ikki tíð at gerast troyttur.
Fyrireikararnir - og tað eru manskórini - skulu í øllum førum eiga tað frá mær, at hatta eiga tit at gera aftur og tað rættiliga skjótt eisini, so gott var tað.