Løgreglan í Havn hevur í vikuni tikið tríggjar bilførarar fyri at koyra við ávirkaðir av rúsdrekka.
Tveir bilførarar vóru tiknir hósdagin, og ein var tikin mikudagin.
Tað er ofta um vikuskiftini, at føroyska løgreglan fær hendur á bilførarum, sum hava smakkað sær á, men eftir øllum at døma eru tað eisini slíkir bilførarar at finna á vegnum mitt í viku.