Trúgvi vil taka eitt tørn aftrat

- Mær dámar ógvuliga væl at vera við til at mynda nútíina og framtíðina hjá okkara borgarum, sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu.

Tá Trúgvi Gudmundarson varð valdur til borgarstjóra í Hvalbiar kommunu eftir seinasta kommunuval, var hann spildurnýggjur í bygdaráðnum. Hann gjørdist fyrst valdi bygdaráðslimurin við 58 atkvøðum.

 

Tveir listar vóru til valið, har listin, sum Trúgvi var á, fekk fýra umboð - og hin listin fekk trý.

 

Nógv valevni vóru uppstillað, og atkvøðurnar vóru lutfalsliga smábýttar - eisini millum tey, sum lógu í oddinum í atkvøðutali. 

 

Nú hetta valskeiðið gongur móti endanum, hevur In.fo spurt Trúgva Gudmundarson, um hann ætlar sær at stilla upp aftur, og um hann hevur hug at stýra kommununi eitt valskeið aftrat.

 

- Ja, eg havi ógvuliga góðan hug til hetta, og mær dámar ógvuliga væl at vera við til at mynda nútíina og framtíðina hjá okkara borgarum. 

 

Hann vísir á, at tað verður veljarin sum ger av, hvør kemur at sita í og stjórna Hvalbiar kommunu eftir komandi kommunuval, men stendur tað til hansara, er hann til dystin fúsur eitt skeið aftrat.

 

- Nú fáa vit barnagarðin lidnan til komandi summar, og her verður pláss fyri umleið 60 vøggustovu-, barnagarðs-og frítíðarskúlabørnum. Næsta stóra stigið verður vetrarfriðingin.

 

Trúgvi Gudmundarson vísir á, at hann í tí stilla hevur loddað dýpið millum bóndur um, hvør teirra hugsan er um vetrarfriðing, og hann heldur, at tað er við at koma glið á hetta stóra mál.

 

- Tað nyttar einki bara at kalla til fundar, har fólk rópar í oyruni á hvørjum øðrum. Her skal hegni og lobbyarbeiði til, tí bara ein eigari sigur nei, dettur alt á gólvið.

 

Trúgvi Gudmundarson sigur, at eingin kann tvingast til vetrarfriðing, og tí skal alt hetta arbeiði fara fram í sátt og semju millum kommunu og eigarar.

 

- Eg vil meta, at tað fer at kosta einar 6-8 miljónir krónur at vetrarfriða alla Hvalbiar kommunu, og ein partur av kostnaðinum fer til keyp av vetrarbiti, sum hagarnir eiga.

 

Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu væntar, at nógv nýggj valevni fara at stilla upp til kommunuvalið hesaferð, og hann vónar, at kvinnurnar eisini fara at fáa eina rímiliga umboðan í bygdaráðnum.

 

- Vit hava onga kvinnu í bygdaráðnum í dag. Ein var í undanfarna bygdaráði. Eg hevði hildið, at tað hevði tænt og klætt ymiskum økjum í kommununi, um kvinnur eisini vóru umboðaðar, sigur Trúgvi Gudmundarson.

 

Tað gongur væl fíggjarliga í Hvalbiar kommunu. Seinnu árini hava persónsskattainntøkurnar verið veksandi, nettoskuldin hjá kommununi er lutfalsliga lítil, og gjaldførið er ógvuliga gott.