Stuðulstænastan hjá Nærverkinum og Sinnisbati bjóða til ítróttardag í Roynhøllini í Hvalba mikudagin 23. juni 2010 kl. 11.00-17.00. Skrá fyri ítróttardagin
11.00 Innskriving + luttøkugjald
11.15 Àbit - Otto Vest borgarstjóri í Hvalba, bjóðar vælkomin.
12.00 Upphiting.
12.45 Fótbóltur og boccia.
14.15 Kaffi/te, køkur og frukt.
14.45 Stafett-kapping og rundbóltur.
15.30 Hermann Mortensen handar heiðursmerkir.
16:00 Borðhald v/felagssangi og undirhaldi ?
Heilsan frá Sinnisbata og Roynhøllini
17.00 Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum endar dagin
Ítróttardagurin er ætlaður persónum við avmarkaðum sálarligum førleika og starvsfólkum, ið arbeiða innan hetta økið. Brúkarar og starvsfólk luttaka á jøvnum føti í teimum ymisku ítróttargreinunum.
Endamálið við ítróttardegnum er fyrst og fremst at hava tað stuttligt saman, at røra seg og síðst, men ikki minst, at knýta samband millum tey luttakandi.
Um onkur ikki kann/vil luttaka í kappingunum, er viðkomandi tó vælkomin við sum fjeppari.
Til ber at luttaka í 2 ítróttargreinum . Í samband við innskrivingina í Hvalba verður boðað frá hvørjari grein ein ynskir at luttaka í.
Tá kappingarnar eru lidnar verða heiðursmerki latin vinnandi liðunum og einstaklingunum.
Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 16. juni á tlf 764130 ella við at senda ein teldupost til magnusi@naerverk.fo
Luttøkugjaldið á kr. 150 skal gjaldast í samband við innskriving í Hvalba kl. 11.00.
Við í prísinum er ábit, frukt, kaffi/te, køkur og borðhald.