Treytin fyri at fáa almenna hjálp eru ov strangar

Treytir skulu ikki fylgja við, tá ið vit geva neyðstøddum ein bjargingarbelti, heldur tingmaður í samgonguni

Tað skal bera til at fáa kreppuhjálp úr landskassanum – og at gjalda partaeigarum vinningsbýti. Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður í samgonguni. Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at veita ferðavinnuni kreppuhjáp tí hon er við at fara fyri skeyti av koronu.

Men ein treyt fyri at fáa kreppuhjálp er, at fyritøkurnar skulu ikki lata partaeigarunum vinningsbýti, hvørki í ár, næsta ár, ella í 2023. Tað heldur Bill Justinussen er heilt órímiligt.

Hann tekur undir við, at fyritøkur ikki sleppa at lata vinningsbýti í ár, nú tey fáa kreppuhjálp, men hann heldur, at tað er beinleiðis ómotiverandi at krevja, at eingin skal fáa nakað burtur úr vinnuligum íløgum í ferðavinnuni hesi bæði næstu árini.

Hann heldur, at tá ið vit geva einum neyðstøddum eitt bjargingarbeldi, eiga tað ikki at fylgja treytir við. Hann heldur, at tá ið fólk gera íløgur í vinnulív, er tað fyri at fáa nakað burtur úr.

Samstundis er tað væntandi, at tað kemur rættilig ferð á ferðavinnuna aftur næsta ár, og tá ræður um at hava eina ferðavinnu, sum er væl fyrireikað til at taka ímóti ferðafólki.

– Men tað er ikki lokkandi at seta pening í eina vinnu har tey vita, at tey einki fara at fáa burtur úr, hvørki næsta ár, ella í 2023 tí at tey fingu andahjálp í ár. Tað er ikki góður vinnupolitikkur, tí seta fólk pening í ferðavinnuna, eiga tey eisini at fáa lut í yvirskotinum, tá ið yvirskot er, sigur Bill Justinussen.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum dámar ikki tankan um, at fyritøkurskuluf fáa almenna hjálp - og so samstundis lata partaeigarunum vinningsbýti. Men hann vísir á, at rida fyritøkurnar kreppuhjálpina aftur, kunnu tær luta vinningsbýti út. Tað skal bara ikki vera stuðulin, sum verður latin í vinningsbýti, sigur hann.