Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu seinnapartin triðja sigurin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Suðuroyggjamenn vunnu á heimavølli 26-24 á Tønder. Tá færri enn tveir minuttir vóru eftir var støðan javnleikur 24-24, men tað eydnaðist heimaliðnum at knógva sigurin seinastu løtuna av dystinum. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 13-12.
Pætur skoraði trý mál og Pauli skoraði tvey mál. Team Sydhavsøerne hevur seks stig fyri fýra dystir.
Komandi fríggjakvøld klokkan 19 hava suðuroyggjamenn heimadyst móti Taastrup.
Í bestu donsku hondbóltsdeildini megnaði liðið hjá Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg javnleik 32-32 í útidyst móti TMS Ringsted. Elvar Asgeirsson javnaði fyri Ribe-Esbjerg til 32-32, tá tvey sekund vóru eftir av dystinum. Teis avrikaði sera væl í verjuspælinum hjá Esbjerg í dag, men tað bleiv ikki til nakað mál í dag.
Ribe-Esbjerg hevur trý stig fyri fýra dystir.
Komandi leygardag klokkan 13 hevur Ribe-Esbjerg heimadyst móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus.