Trivaligur B68 sigur í grannauppgerðini

Tað var eingin slingur í, tá ið teir bestu í B68 seinnapartin vóru hinumegin Løkin og vitjaðu teir næstbestu hjá NSÍ.

B68 vann 4-0, eftir at støðan í hálvleikinum var 2-0. Bæði málini í 1. hálvleiki skoraði Jósup Henriksen, sum tískil er einsamallur toppskjútti í deildini.

Jan Ingi Petersen økti til 3-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki, og innskifti Mortan Hansen staðfesti 4-0 sigurin stutt fyri leiklok.

Hjá NSÍ gjørdist brekkan ógvuliga tung, tá ið Jónstein Petersen sá reytt tíðliga í 1. hálvleiki. Eitt korter undan leikloki varð Alexandro Castilhio hjá B68 rikin av vøllinum, eftir at hann hevði hevnt seg.