Leygardagin spældu føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini fyrru áttandapartsfinalurnar í svensku steypakappingini.
Tróndur Mikkelsen (myndin), Leivur Mortensen og liðfelagarnir í HF Karlskrona vunnu á heimavølli ein tepran 33-32 (15-14) sigur á Västerås Irsta.
Tróndur var við átta málum toppskjútti hjá heimaliðnum. Leivur skoraði eitt mál.
Seinna áttandapartsfinalan verður leikt í Västerås komandi leygardag klokkan 14.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í IFK Skövde máttu leggja rygg til stórtap 25-34 fyri Sävehof á heimavølli. Í fyrra hálvleiki var reint galið hjá heimaliðnum, ið var aftanfyri 11-23 í steðginum.
Málverjin hjá Sävehof, Peter Johannesson hevði heilar 17 bjargingar, meðan málverjarnir hjá heimaliðnum vóru sambært heimasíðuni hjá IFK Skövde bert noteraðir fyri fimm bjargingar.
Seinna áttandapartsfinalan verður leikt í Partille komandi hóskvøld klokkan 18.












