Í dag deildi amerikanski forsetin, Donald Trump, eina mynd á Truth Social av fangaða venezuelanska forsetanum, Nicolás Maduro, umborð á amerikanska hernaðarskipinum "Iwo Jima".
– Nicolás Maduro umborð á USS Iwo Jima, skrivar amerikanski forsetin í stuttum boðum, sum fylgdu við myndini.
Á myndini sæst Maduro í gráari joggingdrakt við bindi fyri eyguni. Hann er eisini í oyrnavernd og heldur í eini vatnfløsku.
Myndin varð deild umleið somu tíð, sum tíðindafundur við amerikanska forsetan skal byrja. Tað er ikki sjálvstøðugt staðfest.
Fyrr í dag framdi USA fleiri álop í Venesuela.
Í morgun okkara tíð skrivaði Trump á Truth Social, at Maduro var tikin og flogin av landinum.
/Ritzau/











