POLITIKKUR
Á Gamla Apoteki hevur alt vikuskiftið verið nógv virksemi. Teir fýra flokkarnir, Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin, samráðast í hesum døgum um at skipa samgongu.
Um úrslit spyrst burturúr, so verður tann nógv umtalaða breiða samgongan til veruleika. Teir fýra flokkarnir eiga í alt 23 av teimum 32 tingmonnunum á Føroya Løgtingi.
Tvey umboð fyri hvønn flokk hava luttikið á fundunum, meðan hini umboðini fyri flokkarnar hava hildið seg tætt hjá.
Búskapur og blokkur
Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur, at teir sunnudagin hava samráðst um búskaparliga partin og tann ríkisrættarliga partin. Á øðrum økjum eru partarnir komnir rættiliga langt ávegis at finna eina semju.
Anfinn Kallsberg ásannar, at tað er á tí ríkisrættarliga økinum, at partarnir standa longst frá hvørjum øðrum, og hetta hevur eisini merkt samráðingarnar.
Løgmaður boðaði frá, at teir nú høvdu okkurt meira konkret at taka støðu til.
Eftir hvat skilst hevur tað gingið glíðandi við flestu økjunum fyriuttan búskaparliga partin og ríkisrættarligu støðuna, har partarnir standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum.
Serliga skuldi tað vera stødddin á blokkinum, sum hevur verið til umrøðu innanhýsis í fleiri flokkum, og har er líkt til, at onkur flokkur verður noyddur at geva seg rættiliga nógv.
Mikudagurin
Fyrsti tingfundurin við nýggja Løgtinginum verður mikudagin. Ikki bara fáa tingmenn ein nýggjan tingsal, men teir skulu eisini velja sær ein tingformann. Her kann støðan gerast nakað serligt, tí andstøðan við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum hevur ? í øllum førum enn ? eina avtalu, sum sigur, at teir standa saman í tingbólki til val av nevndum og val av tingformanni, um Anfinn Kallsberg ger av at fara í tingið við einari samgongu við sekstan tinglimum.
Hetta ger so tað, at løgmaður hevur eitt ávíst tíðartrýst á sær. Sunnukvøldið segði Anfinn Kallsberg, at hann helst vildi hava samráðingarnar lidnar til ta tíð, men hannhevði ikki sett sær nakra tíðarfreist. Hann hevði heldur ikki gjørt av, um hann fór at kalla aðrar flokkar til samráðingar, um hendan samráðingarroyndin miseydnast.