Tað er einki at ivast í, at formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag hevur rætt, tá hon segði við Sosialin ígjár, at semingsmenninir fáa eina trupla uppgávu, tá teir skulu royna at fáa semju millum fakfeløgini og arbeiðstakararnar, tí partarnir standa so langt frá hvørjum øðrum.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum samráðast saman, krevja 20 prosent meira í løn, men tað ljóðar, at arbeiðstakararnir vilja ikki lata 10 prosent í einum tvey ára longum sáttmála. Grundarlagið fyri kravinum er, at keypiorkan er fallin meiri enn 10 prosent tey seinastu tvey árini.
Frammanundan hevur høvuðsfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, fingið 12,5 prosent í løn og eftirlønhækking tilsamans. Sjálvur lønarvøksturin er roknaður til 7,5 prosent, og arbeiðarafeløgini fara neyvan at góðtaka nakað, sum er niðan fyri hesi prosent.
Harafturat mugu arbeiðstakararnir fyrr ella seinri góðtaka kravið um løn eftir starvsaldri. Ingeborg Vinther, formaður í FA, hevur rætt í tí, at ein royndur arbeiðari eigur at fáa meira í løn, enn ein, sum kemur óroyndur í eitt starv. Men so er spurningurin, hvussu og hvørjar royndir skulu telja við ella ikki.
Tað ljóðar kanska av so nógvum, at løntakarar hava fingið eini 7-8 prosent í lønarhækking í tvey ára sáttmála, men í grundini er ikki talan um stóran lønarvøkstur, tí keypiorkan er fallin so nógv.
Harafturat er ein lønarhækking, um hon er hægri enn hjá kappingarneytum okkara, medvirkandi til at gera kappingarføri verri, og tað hevur so aftur avleiðingar fyri føroyska búskapin. Hann er sterkur íløtuni, men lítið skal til at ávirka búskapin, so leingi sum hann bara hvílir á fiskivinnu.
Tí mugu vit aftur ásanna, at tað var spell, at politiski myndugleikin ikki kundi semjast um at lækka kostnaðarstigið í samfelagnum, so løntakarar av álvara merktu, at keypiorkan ikki minkaði, men tvørturímóti vaks, so tann vanligi løntakarin fekk tað eitt sindur rúmligari í tí dagliga!