Fleiri tiltøk verða nú sett í verk at betra um ferðslutrygdina í Sandavági og Miðvági. Millum annað skal ferðin setast niður millum bygdirnar Tryggari vegamót og gonguteigar og lægri ferðhámark millum bygdirnar báðar skulu gera ferðsluna í Sandavági og Miðvági tryggari. Og tey fyrstu tiltøkini verða sett í verk longu í næstum, skrivar Landsverk á heimasíðu síni.
Í fjør lat danska fyritøkan Via Trafik úr hondum meiri enn 20 uppskot um tiltøk, sum kunnu betra ferðslutrygdina í økinum. Hesi uppskot vóru viðgjørt á borgarafundi í Vágum í november í fjør. Nú hava kommunurnar báðar í samstarvi við Landsverki og politiið raðfest tiltøkini, og nú verður farið til verka.
Nú verða bygdinar báðar felags bygt øki í ferðsluhøpi. Hetta merkir, at sum útgangsstøði er ferðhámarkið í bygdunum 50 km/t. Millum Sandavág og Miðvág verður ferðmarkið tó 60/km í tíma, sum loyvt er í undantaksføri í bygdum øki.
Í dag ber til at koyra upp í 80 km/t millum Sandavág og Miðvág.