Úttalar løgmaður seg vegna Javnarflokkin?

Í sambandi við landsfundin hjá Javnarflokkinum hava vit í fjølmiðlunum fingið end­urgivið løgmann fyri at siga, at klassastríðið er farið í søguna.
Hesi orð, sum líka væl kundi verið søgd av um­boð­um fyri fólkaflokkin, mugu skiljast soleiðis, at løg-maður og formaður Javnarflokksins heldur, at ikki er neyðugt við framhaldandi stríði fyri at bøta um korini hjá vanliga ófaklærda arbeiðaranum.
Tað er hugstoytt at lesa, at formaðurin fyri javn­að­ar­flokkin, skal koma al­ment út og boð­að van­liga ar­beið­aranum frá, at klassastríðið er farið í søguna, og at verka­mannafjøldin ikki kann vænta, at Javnarflokkurin við løgmanni á odda, fer at taka nøkur stig til at betra um korini hjá teimum løntakarum, sum eru ringast fyri í samfelag okkara.

Stórur klassamunur er í samfelag okkara.
Kann tað veruliga vera so­leið­is, at formaður Javnar­flokksins hevur so lítið innlit í livikorini og viður-skiftini hjá vanliga føroyska løntakaranum, at hann kann fara út í fjølmiðlarnar og boðar frá, at klassa-stríðið er farið í søguna.
Veit løgmaður veruliga ikki, at vanligi føroyski ar­beið­arin í ólukkumát er eftir­bát­ur, m.a. tá talan er um løn undir sjúku og tá tal­an er um sosialar veitingar annars.
Starvsmannalógin ásetur, at skrivstovufólk og aðrir starvsbólkar hava rætt til løn undir sjúku, men hóast fakfeløgini í áravís hava víst á tað órættvísa í at vanligi arbeiðarin ikki hevur somu sømdir, so er einki hent á hes­um øki, sjálvt um lands­stýrið fyri nøkrum árum síð­ani setti arbeiðsbólk at arbeiða við broytingum av starvsmannalógini.
Hetta arbeiðið steðgaði upp helst av teirri orsøk, at landsstýrið ikki vildi gjalda fyri at fáa eina veru­liga gjøg­numgongd og dag­føring av galdandi starvsmannalóg.
Eisini kundi tað verið áhugavert at hoyrt, um ting­limir floksins veruliga halda, at klassastríðið er farið í søguna, tá vit kunnu staðfesta, at stórur munur framvegis er á livikorunum hjá teimum alment løntu og vanliga føroyska løn­tak­­ar­anum á privata arbeiðs­marknaðinum og at hes­in ójavni heldur á fram eft­ir pensiónsaldur, tá Javn­ar­flokkurin eisini tykist at hava góðtikið, at løntakarin sjálvur skal gjalda størra part­in av eftirløn sínari, so­leiðis at alt samhaldsfesti í stóran mun verður slept, nú pensjónin ikki longur skal gjaldast yvir skattin.


Vil Javnarflokkurin bert bøta um korini hjá vanliga arbeiðaranum, tá flokkurin situr í andstøðu?
Síðani Javnarflokkurin hev­ur tikið við leiðslu land­sins, hevur tað tíverri víst seg, at tað ikki er javnarpolitikkur, sum verður førdur men held­ur fólkaflokspolitikkur, har lítið og einki verður gjørt fyri at bøta um kor­ini hjá vanliga føroyska løn­takaranum.
Samanbera vit okkum við grannalond okkara, so eru vit í ólukkumát eftirbátar, tá talan er um lóggávu, sum skal tryggja rættindini hjá vanliga løntakaranum.
Í løgtingssetuni 1999 setti Hans Pauli Strøm tá­­ver­­andi løgtingslimur fyri Javn­ar­flokkin uppskot fyri tingið um ymiskar lógir, sum skuldu tryggja løntakaran m.a. í sambandi við hópuppsagnir og skylda arbeiðsgevaranna at boða løntakaranum frá set­anartreytum teirra.
Hesi uppskot fullu, men síðani Javnarflokkurin hevur tikið við leiðslu landsins, er flokkurin sum hamskiftur. So at siga einki hoyrist um tey aðalmál, sum limir floksins áður hava víst á.

Vanligi føroyski løn­takarin hevur lítla vernd í galdandi lóggávu.
Umframt at Føroya í ólukku­mát eru eftirbátar, tá talan er um lóggávu, sum skal tryggja rættindini hjá vanliga løntakaranum, so eru nógvar lógir, sum í ólukkumát treingja til dagføringar.
Hóast hetta, so tykist Javn­aðarflokkurin als ikki at geva gætur, at einki verður gjørt á hesum lógarøkjum.

Sum dømi kann nevnast, at lógin um Trygdargrunnin fyri Avreiðingar og Lønir fyri nógvum árum síðani varð broytt, soleiðis at lógin í dag ger tað nærum ógjørligt hjá nøkrum vanligum løntakara at fáa dekka sín lønarmiss úr Trygdargrunninum.
Vit hava saman við øðr­um feløgum víst m.a. Javn­arflokkinum á, at orsøkin til, at Trygdargrunnurin upp­runaliga varð tømdur var, at nógvir løntakarar við upp til 6 mánaðar uppsagnarfreist árini frammanundan høvdu fráboðað krøv síni í grunninum og greitt er, at tá slíkar upphæddir skulu gjaldast úr grunninum, so er trupult at fáa inntøkur og útreiðslur at hanga saman.
Vit hava víst okkara politik­arum á, at við núgaldandi lóg, so líkur Trygdargrunnurin als ikki tí enda-máli, sum grunnurin varð stovnaður til at lúka, men als eini er hent á hesum øki.
Sama er galdandi við van­lukku­tryggingar­lóg­gávuni, har vanligi løntakarin og sjómaðurin eru teir, sum eru í størst vanda fyri at koma til skaða, men aftur her, hava vit tosað fyri deyvum oyrum. Vanlukku­tryggingar­lógin tryggjar framvegis ikki løntakarunum endurrindan av veruliga inntøkumissi teirra og viðgerðartíðin er so long, at nógv av teimum sum fáa skaða mugu bíða í upp til 3-5 ár fyrr enn mál teirra er avgreitt.
Galdandi skattalóg og teir sokallaðu skattalættar, sum verandi sam­gonga sig­ur seg skula fremja, koma eis­ini í størst­an mun teim­­um vælbjargaðu til­góð­­ar, og aftur her tykist javnar­flokkurin at hava slept floks­­skrá sínari og fylgir glað­beintur Fólkaflokkinum í politikki teirra.

Er Javnarflokkinum lív lagað?
Við teimum úttalilsum, sum løgmaður, sum formaður fyri Javnarflokkinum er kom­in við, mugu vit tí­verri ásanna, at tíðin er kom­in at seta spurningin um Javn­arflokkinum er lív lagað.
Við teimum útmeldingum, sum formaðurin er komin við og tí politikki, sum Javn­arflokkurin hevur stað­ið fyri síðani teir komu í sam­gongu, kann vanligi før­oyski løntakarin helst seta sær spurningin, um nøkur orsøk er til at velja umboð fyri Javnarflokkin á ting, um politikkurin, sum flokkurin førir, framvegis verður tann sami sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin føra.
Tað er rættiliga hugstoytt, at ein flokkur, sum í øldir hevur vart tey veiku og lág­løntu í samfelag okkara nú tykist at hava broytt kós og gjøgnum formann sín alment boðar frá, at klassastríðið er farið í søguna.
Forvitnisligt hevði verið at hoyrt, um tinglimir floksins taka undir við hesari støðu løgmans.

7. desember 2005
Havnar Arbeiðskvinnufelag

Havnar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Føroya Arbeiðarafelag