Tveir bilførarar settu koyrikortið í vanda

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar í Norðoyatunlinum

Tá løgreglan í nátt gjørdi ferðmátingar í Norðoyatunlinum, aftan á midnátt, vóru tveir bilar, sum koyrdu serliga skjótt. Annar teirra koyrdi 134 km um tíman og hin koyrdi 121 km um tíman. Í báðum førunum verður talan um treytaða frádøming av koyrikortinum umframt bót.

Annars hevur aftur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni. Onkrar fráboðanir vóru aftur í gjár um fýrverk, ið sum kunnugt bert er loyvt at skjóta 31. desember og 1. januar. Men løgreglan hevur ikki havt fatur á nøkrum teirra, ið skutu, og tí er heldur eingin bót skrivað fyri tað.

Onkrir bilar fóru á glið í hálkuni. Ein fór út av vegnum niðan fyri Sandavágsháls og ein á tunnilsvegnum í Kollafirði.