Tveir hildu nýggjársnátt í brummuni

Løgreglan fekk seks fráboðanir um vind- og stormskaða

Ringa veðrið ávirkaði hugin at fara út, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum sigur, at náttin sum heild hevur verið friðarlig.

Tó so vóru seks fráboðanir um storm- og vindskaða, og tær komu líka av Sandi og norður til Viðareiðis, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Um 23 tíðina steðgaði løgreglan einum bili, tí illgruni var um, at førarin var rúsaður, og ein kanning á staðnum vísti, at so var. Eisini varð funnin ein minni nøgd av rúsevnum í bilinum.

Løgrelan hevur verið úti til onkran húsaófrið, og ein maður varð tikin, sum gekk og gjørdi um seg í býnum í Havn. Hann liggur í brummuni, har hann svevur rúsin út. Løgreglan var eisini í Vágum eftir einum manni, sum ikki dugdi at uppføra seg. Hann svevur eisini í brummuni hjá løgregluni.

Ein fráboðan er komin um skaða av fýrverki. Tað var ein, sum hevði staðið ov tætt einum fýrverksbattaríi.