Annar varð tikin um hálvgumfýratíðina í Havn. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum og verður tí skuldsettur fyri tað.
Hin bilførarin varð tikin í Eysturoy í gjárkvøldið stutt eftir klokkan 11. Hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun greiðir eisini frá vindskaða í Skálavík í gjár, har ein rútur bortnaði og ein hurð varð blást inn í nógva vindinum. Tilbúgvingin fór á staðið og fekk byrgt fyri. Har regnaði illa, og tað regnaði inn, varð sagt.
Løgreglan fekk eisini fráboðan um ferðslutøpp við tunnilsmunnan til Vágatunnilin. Av tí at flogferðslan hjá Atlantsflog varð nógv seinkað – og at tunniln er stongdur millum klokkan 22 og 06 vegna arbeiði – so gjørdist stór kø vágamegin. Ferðslan varð annars leidd gjøgnum tunnilin ávísar tí.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey fingu forhandlað seg fram til, at ferðslan kundi koyra ígjøgnum kortini, so flogferðslan slapp av oynni.