Tveir trolbátar eru til fiskiskap norðanfyri

Seks partrolarapør, tveir djúpvatnstrolarar og tvey garnaskip eru eisini til fiskiskap í løtuni

Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap, men sagt verður, at fiskiskapurin eftir upsa er smáligur.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og koma inn at landa fyrst í vikuni. Tveir liggja við bryggju.

 

Soleiðis siga tey á Fiskamarknaði Føroya um gongdina hjá partrolarum og djúpvatnstrolarum í løtuni.

 

Av teimum smáu trolbátunum, eru tveir til fiskiskap norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

- Trolbátarnir koma báðir inn at landa í næstu viku.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Bæði garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um rávøruútlitini fyri næstu dagarnar.