Tá ferðslupatruljan hjá løgregluni gjørdi eitt átak í Norðragøtu í tveir tímar í gjár, vórðu 22 mál um ferðslubrot skrivað.
Millum tey 22 málini, ið vórðu skrivað, vóru tvey mál við treytaðari frádøming av koyrikortinum. Tað var tí, at hesir bilførar vóru ungir og ikki høvdu havt koyrikort so leingi. Tá eru strangari reglur, og talan verður um koyriforboð í staðin fyri treytaða frádøming, sum merkir, at tú skal til nýggja koyriroynd, og klárar tú hana, varðveitir tú koyrikortið
Ferðin hjá teimum 22 bilførararunum, sum vórðu skrivaðir í bókina hjá løgregluni, koyrdu millum 95 og 104 km um tíman.











