Vit fara fyrst í holt við dystirnar hósdagin og sunnudagin í bólki A. Dysturin sum tey flestu hugdu at við spentum eygum hósdagin, var toppdysturin í bólki A millum VB og HB, men tíverri bleiv hesin dysturin av ongum, og dysturin er fyribils útsettur. Hesin dystur verður uttan iva sera spennandi, av tí at hetta eru klárt tey bestu liðini í bólki A.
AB spældi enn ein undirhaldandi dyst hósdagin, har tær tóku ímóti Skála, sum er ein av kappingarneytum teirra um triðja plássið í bólki A. AB byrjaði sera væl og komu á odda 2-0 við málum frá Elin Kathrinu Haraldsen og Lív Mikkelsen. Men síðani vaknaðu skálakvinnurnar av álvara, og Borglis Fagradal skeyt heili fimm mál. Hitt málið skeyt Anna Berg Danielsen, og hon legði eisini upp til fleiri av málunum hjá Borglis. Endaliga úrsliti gjørdist sostatt 6-2 til Skála, sum nú av álvara hevur sett kós móti endaspælinum.
Suðuri í Sumba tók Sumba hósdagin móti GÍ í einum dysti, har vindurin darvaði spælinum sera nógv, og m.a. var sagt, at málspørkini komu nóg illa út um brotsteigin!! Dysturin endaði 2-1 til GÍ, og vóru hetta trý týdningarmikil stig fyri GÍ. Málið hjá Sumba skeyt Maibritt úr Hørg, og hjá GÍ skeyt Linda Hansen eitt mál, meðan hitt var eitt sjálvmál.
Sunnudagin leiktu HB og GÍ í Havn, har serliga Annika Godtfred setti sín dám á dystin. Fyrsta málið gjørdi Eydna Skaale, og síðani fór Annika í gongd og skoraði ikki minni enn fýra mál, harav eitt upp á brotsspark. HB vann enn ein sannførandi sigur, og tær vera uttan iva ringar at syfta í ár.
Í Sumba spældu Sumba og AB, og var hetta ein avgerandi dystur um triðja plássið í bólkinum. Hálvleiksstøðan var 0-0, meðan bæði liðini fingu hvør sítt mál í seinna hálvleiki. Sumba kom framum við einum flottum frísparki frá 18 ára gomlu Sunnevu Kjærbo, men tá eitt korter var eftir at leika, javnaði Arngerð Diana Hansen fyri AB, so at liðini fingu hvør sítt stig.
VB var á Skála og vitjaði sunnudagin, og dysturin endaði við, at VB vann heili 13-0. VB vísti seg frá síni sterkastu síðu, og serliga skaraði Guðrun í Lágabø framúr, og hon skeyt ikki minni enn sjey mál. Síðani fekk Halltóra Joensen tvey, Laila Jespersen eitt, meðan vit tíverri ikki fingu at vita, hvørjar skutu hini trý málini. Rannvá Augustinussen kom í øllum førum á máltalvuna, men hvussu nógv hon gjørdi, fingu vit tíverri ikki at vita, men vónandi kunnu vit viðmerkja tað seinni.
Bólkur B
Í bólki B spældu NSÍ og KÍ ein sera spennandi dyst hósdagin í Runavík, hóast KÍ hevði stóra leikliga yvirvág. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 3-3, meðan KÍ í seinna hálvleiki megnaði at fáa sigursmálið, sum gav teimum trý stig. Málini hjá NSÍ skutu Elsebeth Hansen, Maibritt Olsen og toppskjúttin hjá NSÍ, Irdi Hansen. Hjá KÍ var Rannvá Andreassen sum ikki einaferð upp á spæl, og hon skeyt hattrick, meðan Mariann Joensen skeyt eitt mál fyri oddaliðið í bólki B.
Á Sandi fekk EB/Streymur uppiborið hálað sín fyrsta sigur í ár í land, og vunnu tær hósdagin 2-1 á B71. Sunneva Vesturdal og Judith í Skorini skutu málini hjá EB/Streymi, og málið hjá B71 fekk Mathea Olsen. EB/Streymur hevur nú fingið fýra stig, og halda tær á við forminum tær hava havt, kunnu tær væl gera seg galdandi um triðja plássið, hóast tað verður ringt at koma framum NSÍ.
Sunnudagin leikti EB/Streymur so aftur, og var hetta á heimavølli móti B36. EB/Streymur fekk ikki eitt stórtap frá havnarkvinnunum sum seinastu ferð, hesi bæði liðini møttust, og endaliga úrsliti gjørdist tepurt 2-0 til havnarliðið. Hálvleiksstøðan var 0-0, og málini hjá B36 gjørdu Sólgerð Viderø og liðskiparin Sólvá Joensen.
Hin dysturin sum átti at vera leiktur sunnudagin, var dysturin millum KÍ og B71 í Klaksvík. Men B71 kvinnurnar hava so nógvar skaddar leikarar í løtuni, og við einum smølum hópi ber ikki til at manna lið, tá so nógvar eru skaddar. So hesin dysturin er útsettur, men nær hann verður, er ikki avgjørt enn.
Seinast kvinnufótbólturin varð umrøddur, høvdu vit ikki fingið fatur á, hvør skoraði málið hjá EB/Streymi móti NSÍ sum endaði 1-1. Vit kunnu hervið staðfesta, at Maria Niclassen skoraði málið hjá EB/Streymi.
Úrslitini hósdagin og sunnudagin vóru hesi:
Bólkur A:
AB-Skála 2-6
AB: Elin Kathrina Haraldsen 1, Lív Mikkelsen 1.
Skála: Borglis Fagradal 5, Anna Berg Hansen 1.
Sumba-GÍ 1-2
Sumba: Maibritt úr Hørg 1.
GÍ: Linda Hansen 1, sjálvmál 1.
HB-GÍ 5-0
HB: Annika Godtfred 4, Eydna Skaale 1.
Sumba-AB 1-1
Sumba: Sunneva Kjærbo 1.
AB: Arngerð Diana Hansen 1.
Skála-VB 0-13
VB: Guðrun í Lágabø 7, Halltóra Joensen 2, Laila Jespersen 1, Rannvá Augustinussen ?, vita ikki hvør annar skoraði, viðmerkt seinni.
Bólkur B
B71-EB/Streymur 1-2
EB/Streymur: Judith í Skorini 1, Sunneva Vesturdal 1.
B71: Mathea Olsen 1.
NSÍ-KÍ 3-4
NSÍ: Maibritt Olsen 1, Irdi Hansen 1, Elsebeth Hansen 1.
KÍ: Rannvá Andreassen 3, Mariann Joensen 1.
EB/Streymur-B36 0-2
B36: Sólgerð Viderø 1, Sólvá Joensen 1.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????