Tveir løgreglumenn eru skotnir til deyðis og ein triði hevur fingið skaða, uttanfyri býin Porepunkah í avstralska statinum Victoria.
Tað upplýsir avstralska løgreglan sambært miðlinum ABC.
Løgreglufólkini vórðu skotin í sambandi við húsarannsókn í einum húsum í einum máli um kynsligan ágang.
Støðan hjá særda løgreglufólkinum er stabil.
Illgruni er um, at gerningsmaðurin býr á adressuni, har leitað varð, og er kendur hjá løgregluni. Løgreglan hevur almannakunngjørt navn og mynd hansara.
Hann eitur Dezi Freeman, hann er í 50-unum og er knýttur at einum netverki, sum ikki viðurkennir teir etableraðu myndugleikarnar í Avstralia.
Tilsamans tíggju løgreglufólk vóru til staðar undir leitingini, sigur løgreglukommissarin Mike Bush frá løgregluni í Victoria.
Á tíðindafundi segði hann, at byrsumaðurin var flýddur "tungtvápnaður" inn í eina náttúrufriðingarstøð nærhendis.
Sambært løgreglustjóranum ger løgreglan alt hon kann fyri at finna byrsumannin, so íbúgvarnir á staðnum kunnu kenna seg tryggar aftur.
Fyribils verður heitt á íbúgvarnar í og kring Porepunkah um at halda seg innandura.
- Kann eg vinarliga biðja tykkum bara vera heima og ikki fara út, fyrr enn hetta átakið er liðugt, segði løgreglustjórin undir eini dagføring av støðuni.
Porepunkah liggur í landsynningspartinum av Avstralia, 200 kilometrar frá Melbourne, sum er nærmasti stórbýur.
Skúlar og aðrir almennir stovnar nærhendis eru stongdir orsakað av skottilburðinum og tí at løgreglan leitar eftir byrsumanninum.
/Ritzau/