John Johannessen
Heilt vanligt er, at talið av ferðsluóhappum í Havn og har um leiðir er omanfyri tey fimm eitt vanligt vikuskifti. Men hetta vikuskifti veit løgreglan ikki at siga um fleiri enn tvey smá ferðsluóhapp afturat syndarligu vanlukkuni í Sandvíkum.
Tað fyrra av hesum hendi fríggjadagin har Sjúrðagøta og Tvørgøta koma saman. Ein bilur kom bakkandi út úr Tvørgøtu, og bakkað han beint á ein bil, ið kom koyrandi eftir Sjúrðagøtu.
Hitt minna ferðsluóhappið hendi klokkan trý korter til fimm sunnumorgunin. Talan var aftur tá um ein bil, ið við lítlari ferð rendi á og fekk eina bungu. Men førarin var ávirkaður. Blóðroynd er tikin, og tá svar kemur uppá blóðroyndina verður avgerð tikin, um førarin skal ákærast fyri at hava koyrt við kenning.