- Skúlagarðurin í ”nýggja skúla”, sum Tvøroyrar skúli vanliga verður róptur á Tvøroyri, hevur í longri tíð trongt til ábøtur, og arbeitt hevur verið við at gera eina ætlan fyri skúlagarðin.
Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu.
- Næmingaráðið í skúlanum hevur gjørt eitt uppskot um, hvussu skúlagarðurin kann skipast, og er tað við støði í hesum uppskoti, at politikarar og umsiting hava arbeitt víðari við ætlanunum um at gera ein sparkivøll á økinum.
Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá bæði skúlabørnum og ungum annars á Tvøroyri at hava ein sparkivøll mitt í býnum.
- Nýggi vøllurin er harvið fyrsta stigið í ætlanini at betra um skúlagarðin, og í Tvøroyrar kommunu bæði vóna og vænta tey, at vøllurin fer at verða nógv brúktur.
Sagt verður, at garðurin rundan um vøllin nú er liðugt stoyptur, og tað er MTV-Byggivirkið, sum hevur staðið fyri hesum arbeiði.
Mortan Petersen, timburmeistari, fer at gera girðingarnar, og Groth Electric fer at seta nýggjar ljóssteyrar upp, soleiðis at vøllurin eisini kann brúkast um kvøldarnar.
- Undirlagið verður veitt og lagt á av Idé Møblum, sum eisini hava lagt líknandi vallir á aðrastaðni í kommununi.
Allar tær gomlu jarngirðingarnar kring skúlagarðin verða í løtuni tiknar burtur. Hesar vórðu fyri nógvum árum síðan settar upp, soleiðis at bóltarnir ikki fóru út av vøllinum.
- Jarngirðingarnar eru í ringum standi og verða ikki líka neyðugar meira, tí nýggi vøllurin verður innilokaður við neti, bæði framvið síðunum og omaná.
Nýggi sparkivøllurin á Tvøroyri verður 26x14 metrar til støddar.
- Gongst eftir ætlan verður vøllurin klárur at taka í nýtslu, tá næmingarnir koma aftur í skúla eftir summarfrítíðina.
Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at tá arbeiðið í skúlagarðinum verður liðugt, er ætlanin at fara undir dagføringar av sparkivøllinum í Froðba.
- Her skal gamla graslíkið skiftast, og eisini skal bøtast um ljós- og atkomuviðurskiftini. Sparkivøllurin í Trongisvági varð umvældur og fekk nýtt graslíki í juli 2024, verður lagt aftrat.











