Tvøroyrar kommuna hevur fingið væl meira inn í persónsskatti í 2013, enn kommunan fekk í 2012.
- Talan er um ein vøkstur á 3,43 miljónir krónur - ella 6,81 prosent. Hetta er eisini 1,72 miljónir krónur meiri, enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2013.
Tað sigur Tvøroyrar kommuna í dag.
Lagt verður aftrat, at vøksturin í persónsskatti í 2013 er í miðal 0,04 prosent fyri allar kommunurnar í landinum.
- Tað eru bert fýra kommunur, Skúvoyar kommuna, Húsar kommuna, Viðareiðis kommuna og Sumbiar kommuna ið hava størri prosent vøkstur enn Tvøroyrar kommuna.