Týr á Tórsfest

Kendi tungmálmsbólkurin verður millum teirra, ið skulu blása lív í gongugøtuna áðrenn Ólavsøku.

Tað verður ikki spart uppá krútið, tá Tórsfest fer av bakkastokki 25. juli sum upphiting til Ólavsøkuna.


Frammanundan hava fyrireikararnir longu kunngjørt eina umfatandi skrá við kendum bólkum sum Pretty Maids, Basshunter, Byrta, Swangah, Frændur, Sakaris, Hjarnar, Sic, Goresquad, Synarchy, Signar & John og Páll Finnur Páll.


Aftrat hasum listanum kann nú leggjast eitt av teimum heilt tungu nøvnunum í føroyska tónleikapallinum, nevniliga Týr, ið umframt at vera ein av best umtóktu tónleikabólkum í Føroyum, ferðast víða um við teirra tónleiki.


Hetta verður ein væl samanspældur og sera rutineraður tungmálmsbólkur, ið fer at gera sítt fyri at fáa Gongugøtuna at kennast sum ein ferð í Valhøll.


Týr hevur seinastu nógvu árini ferðast kring heimin og spælt. M.a. hava konsertferðir í Russlandi, Norður- og Suðuramerika og kring Evropa verið á skrá. Nú verður so møguleiki at hoyra Týr live í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið, tá Tórshavnar Ítróttarráð á øðrum sinni skipar fyri Tórsfest.